Tá ið Hans Christian slerdi út av Vágbingi

Meðan Torleif er við Vágbingi, hendir tann syrgiliga vanlukkan, at Hans Christian, sonur Victor Danielsen, slær út. Hetta skakaði manningina í langa tíð

Portugalstrolararnir vóru góð skip at vera umborð. Tey vóru jú nýggj, og tá í tíðini var rættiliga farið at hugsað um at gera tað liviligt hjá mann­ingini.
Tað hevði eisini týdning, at manningin varð vird av yvirmonnunum. Hans Pauli var ein slíkur maður, at hevði hann nakað at siga uppá ein mann, so segði hann tað við við­kom­andi í einrúmi.
Tá ið vit byrjaðu við Vágbingi, var spurn­ing­urin, hvør ið skuldi fara í lastina. Tað var tá í tíðini roknað fyri at vera nakað niðursetandi at vera lastarmaður.
Fleiri skutu uppá meg sum lastarmann, tí eg hevði siglt fleiri ár til ísfisk við Ósa og hevði verið lastarmaður. Tí visti eg, hvussu ís­fiskur skuldi viðgerast.
Hans Pauli spurdi meg so, um eg vildi taka lastina uppá meg. Eg svaraði, at eg vildi gera tað, sum eg kundi, har eg varð settur.
Hans Pauli sigur so við meg, at tú heldur tað kanska vera so niðursetandi, men eg virði ein mann fyri tað hann ger, hvar hann enn er staddur á skipinum. Eg kom so at standa fyri lastar­arbeiðinum á ísfiskaveiðuni.
Fyrsta túrin vit landaðu niðri segði Hans Pauli við meg: »Eg vil takka tær fyri, at fiskurin var so væl hagreiddur«. Túrurin var nokk so langur, men vit fingu fullan prís eins væl fyri tann gamla fiskin sum tann nýggja. Tað var ikki so ringt skoðsmál at fáa, men so­leiðis var hann. Mær dámdi hann so sera væl, tí hann var so erligur.
Aftaná Hans Paula kom beiggi hansara, Svenning við. Svenning var eisini góður at vera saman við. Tað sama kann eg siga um beiggjan Pola, sum eg eisini var saman við. Eg kann bera øllum yvirmonnunum á Vágbingi, at teir vóru framúr menn.
Tann fyrsta túrin gekk ikki so væl hjá Svenningi, tað viðraði illa. Men næsta túrin gjørdi Vágbingur tann besta túrin, sum er gjørdur út frá Grimsby. Tað vóru 12 dagar frá tí, farið varð úr Grimsby til Íslands, til kom­ið varð aftur til Grimsby. Veiðan var knapt 4.000 kitt, sum vórðu seld fyri 15.000 pund, so tað var ein rimmartúrur, eisini tí hann var so stuttur.

Illveðurstúrur til Hull
Undan jólum í 1962 fóru vit við til Íslands, John (hjá Sterka Jákup) Joensen var skipari. Vit fingu eitt sindur av fiski. Vit hoyrdu so, at Hans Pauli var við Brandi í Grønlandi. Teir høvdu fingið nógvan fisk á Bananbankaleiðini.
Vit frystu nú fiskin, vit høvdu fingið undir Íslandi, og fóru til Grønlands. Kastað varð lítla jólaaftan. Vit fingu rokfiskarí, eini 800 kitt um dagin. Veiðan var væl yvir 4.000 kitt tann túrin.
Ísurin var uppi. Teir høvdu so góðan hug at fáa eitt sindur afturat og fóru inn í Holsteins­borg eftir ísi. Tá ið vit komu út aftur nýggjárs­morgun, bleiv ódnarveður. Vit høvdu kanska trolið út, men tað gav einki, tí veðrið var so ringt.
Vit fóru tískil at sigla til marknað. Tá var Brandur Sigmundarson farin at sigla einar tveir dagar frammanundan.
Hann var frammanfyri hetta veðrið og fekk eina góða reisu allan vegin til Grimsby. Men vit fingu eina himmalsins ódnarreisu allan vegin úr Grønlandi til Hull, har vit land­aðu hendan túrin.
Tá ið vit komu upp í kantin á Streym­fjarða­grunninum, var stormurin nógvur og sjógv­urin var sera ringur. Tað varð siglt við fullari ferð, tí tað ráddi um at fáa fiskin landaðan skjótast gjørligt.
Eg hevði vakt á brúnni saman við Olaf Olsen, sum var vakthavandi. Eg minnist, tá ið Vág­bingur fór framav tí fyrsta brotinum sum breyt. Tað var sum at detta niður eftir høvdinum av einum fjalli. Báturin skalv, sum eg kanska ikki havi upplivað tað fyrr.
Hann kom so upp aftur. Tá var okkurt brotnað á brúnni. Ein rútur varð kroystur inn, men hann kom so aftur í rættlag, tá ið av­fjar­aði. Soleiðis var reisan allan vegin. Tað var stormur hvønn dag, sum vit sigldu niður eftir. Ferðin var í minsta lagi ein dag longri, enn um veðrið hevði verið hampiligt.
Kortini roknaðu vit við at fáa ein heilt góðan túr, tí Brandur, sum seldi nakrar dagar undan okkum, seldi fyri 17.000 pund. Hetta var ein av teimum bestu túrunum, sum er gjørdur í bruttosølu.
Men vit vóru so óhepnir, at 2.000 kitt vórðu sett til viks og vórðu ikki seld. Veðrið hevði verið so ringt og skipið hevði fingið slíkar yvir­hálingar á ferðini, at fiskurin ovarlaga í lastini var farin at rósa, og var hann tí ikki fyrsta floks søluvøra.
Vit fingu eini 10.500 pund fyri tað, sum varð selt og eini 500 pund, fyri tað sum var sett til viks. Hetta var sjálvsagt eitt stórt vónbrot, nú vit høvdu roknað við at fáa ein heilt góðan túr. Men soleiðis var tað við ísfiski. Aðrar tíðir kundi hilnast nógv betur enn væntað.

Kalt í New Foundlandi
Sum nevnt royndu vit eisini í New Found­landi. Har gekk væl at fiska, men tað var kalt. Fiskurin var smáur, so tað gav ikki tað stóra.
Fyrsta túrin har yviri fingu vit 447 tons. Hetta var ein góður túrur í rúgvu, tí hann vardi ikki meira enn tveir mánaðir. Trolarin var ikki heilt fullur, men teir vildu fara heim fyri at sleppa fyrr til Grønlands.
Tað var gott at vera við Vágbingi. Hann var eisini so sera væl mannaður, ikki minst av góðum trolfólki. Tað var næstan hvør maður, sum kundi standa fyri arbeiðinum á einum troldekki. Vit vóru einir 26 mans til ísfisk. Til saltfisk vóru upp til 46 menn.

Vanlukkan
Tann 23. desember 1963 hendi ein ræðulig vanlukku umborð á Vágbingi, tá ið tann 28 ára gamli Hans Christian Danielsen úr Fuglafirði slerdi út og ikki varð fingin aftur. Eg var í landi tann túrin, men hvøkkurin var stórur.
Vit høvdu havt kamar saman í hálvt annað til tvey ár, so vit kendust sera væl. Hans Christian var ein ógvuliga dámligur og raskur maður. Hann las altíð í Bíbliuni á frívakt, og hann plagdi eisini at hava orðið, tá ið møtir vóru umborð. Hetta gjørdi hann eis­ini á møtum í landi.
Vágbingur sigldi undan hendan dagin. Tá kundi hann fara á liðuna, so nógvur sjógvur kom inn á dekkið, og tað var hetta sum hendi.
Á dekkinum vóru lemmar, sum ikki vóru surraðir, og Hans Christian leyp niður á dekkið at fáa hetta gjørt. Men tá kom eitt brot, sum tók hann fyri borð.
Tað varð beinanvegin vent. Hans Christian fleyt i sjónum, og hann var so nær at verða bjargaður, at hann var bara ein metur frá at røkka einum longum haka, sum varð rættur hon­um. Men tá kom aftur eitt brot, og Hans Christian hvarv.
Tað varð beinanvegin farið inn, og Johan Dahl ringdi til mín um at koma við aftur kom­andi túrin. Tá var óhugaligt at koma inn í kamarið til tómu koyggjuna hjá Hans Christian.
Henda hending merkti manningina í langa tíð. Tað varð nógv tosað um, hvat ið kundi verið gjørt øðrvísi. Men í eini slíkari støðu hend­ir alt so knappligt, og tað eru ikki stundir at um­ráða seg. Tað varð kortini gjørt tað, sum gerast kundi.

Við norðmonnum
Tá fór eg við norska hekkutrolaranum Longva 2. Kjølbro skuldi byggja ein hekkutrolara, tað varð vist Sjúrðarberg. Mortan hjá Kaj skuldi vera skipari á honum. Teir høvdu so biðið tríggj­ar menn fara við hesum skipi at læra seg manna­gongdina við hekkutrolarum.
Her var gott at vera við og eg fortjenti eis­ini gott. Hetta var sjálvsagt nakað heilt ann­að enn at sigla við síðutrolarum, og arbeiðs­umstøðurnar vóru eisini nógv betri.
Johan Müller hiðani úr Porkeri varð biðin um at koma við, men tað lá ikki fyri hjá honum. Hann hevði tosað við Mortan, um tað ikki var í lagi, at hann bað ein mann fyri seg, sum hann kendi. Johan kom kortini seinni við.
Tað bleiv so eg, og eg bleiv verandi í reiðarí­num. Tað kom í drag við tí nýggja Sjúrðar­berg, tí helt eg fram í Norra. Eg varð so biðin um at koma fast við Longva 2 og at skaffa onkran mann afturat, sum var kendur við trol. Eg fekk so Poul Holm við mær, hann var ein raskur og royndur trolmaður.
So vit vórðu tveir porkeningar við, og tað vóru eisini tveir fuglfirðingar, Bergur Nón og Jógvan Ryggshamar, ættaður úr Vági.
Fyrsta túrin fingu vit heilt nógvan fisk í Grøn­landi. Men so minkaði tað eitt skifti, og vit fóru so til Labrador. Vit fingu fulla last og koyrdu eisini í eina lítla frystilast, sum var ætlað til pakning og slíkt. Vit høvdu knapt 600 tons tann túrin, sum vit landaðu í Hull. Túr­urin vardi um tveir mánaðir.

Trollbellur átti lívið í teimum
Tá ið so nógvir menn koma í havn, kann rokn­ast við, at menn fara at drekka. Hetta er altíð vanda­mikið, tá ið komast skal umborð aftur.
Vit spentu tískil ein trolbell undir land­gangin. Tað vóru fleiri, sum vóru forhánisligir um hetta. Serliga minnist eg tveir, sum vóru ser­liga forhánisligir. Men fyri hesar báðar var hetta eitt hent tiltak. Tí tá ið vit komu upp morgunin eftir, lógu júst hesir báðir í trol­inum. Annar teirra tók um hálsin á mær og takk­aði mær fyri hetta tiltakið, tí tað kundi sigast at eiga lívið í honum. Hetta var annars ein stak hampiligur maður, men hetta kann ofta broytast, tá ið rúsdrekka kemur uppí leikin.
Illveður sum eitt skot
Alt arbeiði umborð var longu tá við maskin­um. Vit høvdu tvær flakamaskinur, eina til stóran fisk og eina til smáan fisk. Men við­hvørt var fiskurin kortini so stórur, at hann mátti skerast við hond.
Harald Årseth var skipari hjá okkum. Hann helt nógv av føroyingum. Hann segði við okkum, at hann fór ikki til Grønlands við minni enn fýra føroyskum trolmonnum.
Við Longva 2 høvdu vit fulla last hvønn einasta túr. Eina ferð fóru vit at sigla úr Dýpinum nýggjársmorgun. Veðrið var gott, inntil vit komu suður um Julianehåbs­buktina.
Meðan veðrið var gott, vaskaðu vit um­borð, sum vanligt er at gera á heimferð.
Trolini skuldu øll skolast, hetta var gjørt uttan­borða. Vit fóru so at eta døgurða, veðrið var av tí allar fínasta. So knappliga kom hesin vindurin, og vit vóru bangin fyri at hesi trolini kundu koma í skrúvuna.
So vit máttu skunda okkum frá døgurða­borð­inum at fáa trolini inn og surrað, áðrenn nakar skaði hendi.
Vit sigla eystureftir, og veðrið bara versn­aði. Og tá vit komu so langt, at við fingu lu av Kappanum, var ódnarveður. Tá fingu vit ein rættiligan skvamp. Báturin rendi fram í brotið við fullari ferð. Tað fóru næstan allir rútarnir, sum vendu frameftir á brúnni, inn ígjøgnum. Kúgveyguni longri niðri á yvirbygninginum fóru eisini.
Sjálv brúgvin fór eisini av lagi, so nógv stóð á. Tað kom nógvur sjógvur inn á brúnni. Maskinstjórin hevði kamar í miðhæddini, og sjálvt hagar kom so nógvur sjógvur, at hann fleyt í koyggjuni.
Bátarnir loysnaðu úr davidunum á báta­dekkinum og slongdust ymsar vegir. Maskinan bakkaði við fullari ferð, tá ið avfjaraði. Men hon steðgaði so, og tá kom trolarin at flóta tvørur fyri alduni. Vit fóru uppá bátadekkið at bjarga bjargingarbátunum. Men tíbetur vóru gálgarnir sveisaðir niður í bátadekkið og vóru ikki skalaðir, og vit fingu surrað bátarnar. Hetta var tungt, men eydnaðist so.
Hetta fjaraði so av, og vit kundu liggja bakk sum normalt. Men so komu vit inn í nógvan ís, sum kom eystanifrá suðurvið. Hetta bøtti ikki um. Men tíbetur høvdu vit tveir so góðar ljóskastarar, at vit kundu síggja ís­stykkini.
Tá ið tað lýsnaði, var veðrið tað sama, og tað var ikki útlit fyri bata í bræði. Skiparin spurdi meg, hvat ið var frægast at gera. Eg segði, at undir slíkum umstøðum plagdu før­oy­ingar at sigla vestureftir, har umstøður­nar ofta kundu vera betri. Tá kundi eisini komast í le av kappanum.
Tað varð eisini gjørt, og tað vísti seg at ger­ast frægari, tá ið vit komu longur vestur. Tá var ísurin eisini burtur. So vit lógu bakk har.
Vit plagdu at hava 3-4 dagar heim, men hesa ferð høvdu vit 10 samdøgur frá Banan­bankanum.
Vit fóru at sigla nýggjársmorgun og vóru á Vestmanna 10. januar. Hetta var í 1968.
Vit blivu vanliga settir av í Føroyum og tiknir við aftur, so vit fingu nakrar dagar fleiri heima enn norðmenninir.