Tá ið Lübeck var í Føroyum

Nú vitja týsku heimsstjørnurnar, men tað kendist eisini sum stórhending, tá ið týskt 2. deildarfelag vitjaði B36 fyri 36 árum síðani

Í 1967 ella fyri 36 árum síðani hevði B36 ein týskan venjara, sum nevndist Walter Pfeifer. B36 spenti bogan høgt hetta árið, og teir ætlaðu at gerast meistarar. Tað eydnaðist teimum ikki, m. a. tí teir taptu báðar dystirnar ímóti KÍ ? 3?1 í Klaksvík og 3?2 í Gundadali. KÍ vann meistaraheitið annað árið upp í slag. Tað var hetta liðið, sum seinni gjørdist hugtak undir heitinum 66 liðið.
Men hóast tað ikki eydnaðist hjá Pfeifer at gera B36 til meistarar, so syrgdi Pfeifer í hvussu so er fyri at seta ein varða eftir seg í Føroyum. Tað var vitjanin hjá VFB Lübeck. Við venjaranum sum millummanni varð týska felagið av B36 bjóðað henda vegin fyrst í juni, eftir at týska kappingarárið var av. Talan var um lið úr næstbestu týsku deildini.
Sambandið úr Føroyum og til stóra fótbóltsheimin var ikki nakað serligt, og einki sjónvarp var at fylgja stóru feløgunum í. Tí kendist tað, sum um tað so at siga vóru umboð fyri varaheimsmeistararnar (Vesturtýskland hevði árið frammanundan tapt tiltiknu HM finaluna á Wembley ímóti Onglandi), sum vóru komnir henda vegin.
Fíggjarliga var talan um ódnartak hjá B36, men tað segðist, at teir komu væl burturúr tí. Teir fingu bæði ÍSF og KÍ at hjálpa sær við útreiðslunum, tí Lübeck spældi umframt ímóti vertunum eisini ímóti landsliðnum, KÍ og býliðnum.
B36 tapti eitt regnkvøld í Gundadali 3?1. Landsliðið, sum fyrireikaði seg til heimadyst ímóti Hetlandi (vunnu 1?0) og tiltiknu ferðina til Íslands (taptu 2?1), spældi 7. juni venjingardyst ímóti Lübeck, sum vann 4?0.
Sunnudagin á norðoyastevnu var Lübeck í Klaksvík. Talan var um góðveðursdag av teimum heilt sjáldsomu. So nógvir áskoðarar vóru kring vøllin, sum tað neyvan høvdu verið frammanundan, og sum tað heilt sjáldan munnu hava verið síðani.
Lübeck vísti hugflogsríkt og ágangandi fótbóltsspæl, og teir vunnu 5?1. Lübeck málverjin hevði fingið ein snudd í Gundadali, og tí var Jørleif Kúrberg, sum um hesa tíðina kappaðist við Ólav Olsen um málverjuplássið hjá B36, málverji hjá teimum á norðoyastevnu.
Tey, sum sóu dystin í Klaksvík, eiga framvegis at komast við rimmar málið, sum KÍ fekk. Jákup Gerðalíð var ongantíð fastur maður á besta KÍ liðnum. Men henda dagin var hann við. Staddur eitt sindur frammanfyri miðjuna og eitt sindur til vinstru meddaði hann til, og bólturin fór beina kós aftur um Jørleif Kúrberg og upp í hornið í eystara málinum. Lübeck spældi eisini ímóti býliðnum, sum teir vunnu stórt á.
Týsku gestirnir í Føroyum í 1967 høvdu ikki heimsstjørnur á liðnum av tí slagnum, sum nú hava verið í Føroyum. Ein dani spældi við. Hann nevndist Erik Nielsen og var klókur miðvallari. Tað er ikki langt frá, at hann heimafturkomin til Danmarkar eftir yrkisskeiðið í Týsklandi, spældi við B1901 í Nykøbing Falster. Tá í tíðini var tað ikki loyvt donskum yrkisspælarum í øðrum londum (í heimligu kappingini varð sagt, at allir teir donsku spælararnir vóru amatørar) at vera við á landsliðnum. Erik Nielsen hevði spælt níggju landsdystir, áðrenn hann gjørdist yrkisspælari, og eftir heimkomuna var hann eina ferð á landsliðnum. 21. september í 1969 ella góð tvey ár eftir at hann hevði verið í Føroyum við Lübeck, var hann á danska landsliðnum, sum tapti 2?0 í Oslo.
Millum hinar Lübeck spælararnar í Føroyum var miðframherjin Waberski, sum segðist spæla á týskum unglingalandsliði, og so Boncke, sum segðist vera málverji á regiónsliðnum í økinum kring Lübeck.