Tá ið Mikael koyrdi

Klumma

Ein taxatúrur av Amager og inn í miðbýin í Keypmannhavn farna vikuskiftið endaði niðri í Ungarn - í 1956.

Ofta eru taxaførara í danska stórbýnum ótiltalandi og óblíðir, men tað hendir eisini, at tað ber til at fáa eitt gott prát. Og tað hendi hendan dagin. Førari var Mikael, sum er ættaður úr Ungarn, og hann hevði hug at práta. Tað skuldi bara ein innleiðandi spurningur um, hvaðani hann var, og so fortaldi hann.

Mikael, sum var 19 ára gamal, flýddi saman við 200.000 øðrum ungarum, tá ið umfatandi ófriður var í landinum í 1956. Fólk gjørdu uppreistur ímóti stýrinum, men sovjettiska hernaðarvaldið bardi uppreisturin niður. Fleiri enn 3000 fólk og herfólk doyðu í stríðnum, sum vardi tvær vikur.

Mikael búði har norðuri í Ungarn, og hann flýddi til Eysturíkis. Hann helt seg hava møguleikan at rýma úr landinum júst tá, og hann tók kjansin. Flestu ungverjarnir vildu sleppa til USA og Australia at búgva, men onnur fingu tilboð um at koma til europeisk lond. Mikael endaði av tilvild í Danmark, og hann hugsaði, at hann skuldi fara víðari haðani. Men hann varð verðandi í Danmark.

Hann fór á háskúla fyri at læra danskt og enskt, og á Askov háskúlanum í Suðurjútlandi hitti hann fleiri føroyskar kvinnur, sum vóru komnar á háskúla, áðrenn tær fóru at lesa til sjúkrasystur. Vinmaðurin Frank giftist við føroyskari kvinnu, og Mikael hevði nógv samband við tey í tíðini aftaná.

Mikael fann sær danska konu, arbeiddi sum sølumaður hjá eitt nú eini tryggingafyritøku og Olivetti, og hann seldi eisini plakatlist, sum hann og konan framleiddu. Tey fóru frá hvørjum øðrum, og Mikael fann sær konu í Amsterdam, og har búði hann eitt longri skifti. Men nú er hann aftur í Danmark, koyrir hýruvogn, so at hann kennir seg sum leysan mann og kann fara til Hollands at vitja børnini, tá ið hann hevur hug til tað.

Taxabilurin er langt síðani steðgaður í miðbýnum í Keypmannhavn, men hendan dagin tekur tað 10 minuttir at koma úr bilnum, tí prátið er gott.

- Eg havi ongantíð verið í Føroyum, sigur Mikael.

- Kanska tú kundi funnið tær eina føroyska damu nú, svari eg.

- Nei, nú eri eg for gamal til tað, sigur hann smílandi.

Eg takki fyri túrin og prátið, og hann smílist, tá ið eg taki eina mynd av honum við mínari fartelefon.