Júst fyri einum mánaði síðani varð mentunarálitið Mentan og menning lagt fram fyri almenning og tingfólk. Mentamáladeildin í Mentamálastýrinum undir leiðslu av Jóannes Dalsgaard hevur staðið fyri arbeiðinum, men felagsskapir og einstaklingar, ið allir varða av list, hava eisini gjørt sína ávirkan galdandi. Tilmæli og hugskot í álitinum eru lutvíst sprottin úr mentanarpolitikkinum í øðrum londum, lutvíst úr álitinum Avmarkaðum marknaði, og lutvíst úr teim royndum, sum landsstýrismenn og umsiting hava gjørt í orðaskifti við listafólk. Spurdur um, hvar vit liggja í mun til okkara grannalond, sigur Jóannes Dalsgaard.
- Verður mentunarpolitikkurin framdur, sum tað verður lagt upp til í álitinum, eru vit á røttu kósini og tað í sjálvum sær er eitt stórt framstig. Men nøkur ár ganga, áðrenn vit eru á jøvnum føti við okkara grannalond, tá ið tað snýr seg um at játta pengar til listina og geva listini góðar karmar. Kommunurnar í okkara grannalondum játta eins nógv til listina sum staturin, og hóast einstøk kommuna í Føroyum stuðlar listini væl, eru vit væl aftanfyri í so máta.
Mentunarálitið er ein mentanarpolitisk virkisætlan, ið røkkur um fimm ár.
- Viðurskiftini broytast rættiliga skjótt og tí er umráðandi at avmarka tíðarskeiðið og støðga á og eftirmeta tað, sum verður sett í verk. Eisini er lættari at fáa eina breiða politiska semju, um áramál er sett á, sigur Jóannes Dalsgaard.
Ungt fyribrigdi
Áðrenn og eftir, at mentunarøkið varð yvirtikið í 1948, eru stór tøk tikin við løgtingslógum og øðrum, tá ið umræður okkara varðveitandi mentan. Hóast pengar eru játtaðir, hava vit ikki sæð líknandi tøk, tá ið umræður kørmum fyri skapandi og útinnandi list. Eitt nú kom leiklistin ikki á fíggjarlógina fyrr enn í 1989. Spurningurin er, hví vit eru nærum hálva øld eftir okkara grannalond at orða og viðtaka ein mentunarpolitikk, og hví yvirtøkan av málsøkinum mentan ikki førdi til ein miðvísan mentunarpolitikk.
- Vit kunnu eisini spyrja, hví skúlin ikki varð yvirtikin í 1948. Skúlin og mentan eru tengd hvør at øðrum og eru hornasteinar í øllum framkomnum samfeløgum. Eldri ættarlið gjørdu ikki nógv burtur úr mentunarpolitikki við atliti at skapandi og útinnandi list, tað lá ikki í luftini. Tey vóru meiri upptikin av at varðveita mentunararvin og løgdu eftir tátíðini framkomna lóg fyri tingið. Hesin politikkur fekk stóran týdning fyri varðveitslu av máli, kvæðum, forngripum og skjølum.
- Mentunarpolitikkur við atliti at list og listarligum virksemi er eitt rættiliga ungt fyribrigdi. Hetta rák ger seg ikki rættiliga galdandi fyrr enn eftir 1960, byrjar í Fraklandi og breiðir seg til Norðurlond. Tað var ein viðurkenning av, at tímilig vælferð ikki er nóg mikið. Fólk hava eisini tørv á uppliving og andaligum avbjóðingum, skapan og fjølbroytni, at síggja og kenna seg sum ein partur av eini heild í einum søguligum samanhangi. Alt, sum varð um at verða burtur í materiellu vælferðini, sum eyðkendi 60-ini og 70-ini. Tað kann undra, at føroyskir flokkar, eitt nú Javnaðarflokkurin, sum annars fylgdi sínum brøðraflokkum í norðurlondum, ikki fylgdi við á hesum øki, sigur Jóannes Dalsgaard.
Listafólk hava til allar tíðir ávirkað samfeløg, flutt mørk og slóðað fyri nýhugsan og framburði. Viðurkenna vit í Føroyum ikki henda leiklutin hjá listini?
- Hyggja vit at fíggjarlógini, kunnu vit ivast. Hinvegin eiga vit ikki at undirmeta játtanirnar, uttan mun til hvussu samfelagshugsanin er.
List, sum setir spurnartekin við tað viðtikna, alt, sum er galdandi, er í andsøgn við samfelagið, ikki minst við afturhaldskreftir í samfelagnum. Spurningurin er so, hvussu politikarar, sum trúgva uppá samfelagið, sum tað er, skulu sannførast um, at list skal stuðlast við pengum?
- Tey, sum virka í eini politiskari skipan, vita, at fortreytin fyri fólkaræði er orðaskifti, og í orðaskifti verður funnist at og settir verða spurningar við givnar sannleikar og galdandi samfelagsskipanir. Hetta er ikki fremmant fyri tingfólk - orðaskifti er natúrligur partur av teirra yrki. Listin hevur ofta ein týðandi leiklut í samfelagsligum høpi, men als ikki øll list og ikki til eina og hvørja tíð. Av tí at vit hava lyndi til at seta fólk, serliga listafólk í bás eftir sjónarmiðum, fara altíð nøkur at halda, at skapandi listin er ov atfinningarsom. Síggi ongan vanda her. Heldur síggi eg vandar í tillagaðari list.
- Fáur hevur stuðlað nýskapandi og eksperimenterandi list sum Malraux, ið var konservativur politikari í Fraklandi í sekstiárunum. Tí ber ikki til at siga um allar konservativar politikarar, at teir eru bangnir fyri teim spurningum, sum skapandi listin setir. Tað vilja altíð vera fólk í øllum flokkum í øllum londum, ið ikki dámar, at spurningar verða settir við tað givna. Tað er alment galdandi og ikki serføroyskt fyribrigdi, at nøkur fólk hava ilt við at viðgera spurningar, sum listin setir. Tað er einki odiøst í tí - vit eru øll ymisk, hava ymisk sjónarmið. Tað vildi verið løgið, um øll vóru samd um teir spurningar listin reisir. Tað kann vera gott, at list er atfinningarsom. Tað kann enntá verða neyðugt fyri at halda lív í fólkaræðinum og samfelagsorðaskiftinum. Vit hava ikki nógv samfelagsorðaskifti í Føroyum og tað sum er, er ofta ósakligt og eirindaleyst. Sæð frá einum fólkaræðiligum sjónarhorni, er tað tí bert gagnligt, um listin letur sítt íkast til samfelagsorðaskifti, men tað eigur ongantíð at gerast eitt krav, at listin skal hava ein politiskan boðskap. Hetta vildi verið í andsøgn við tað listaliga frælsið, ið listafólk eiga at hava í einum demokratiskum samfelag.
- Haldi ikki, at aðalorðaskiftið um mentunarpolitikkin á tingi var so negativt, sum onkur vil gera tað til. Har kom nógv positivt fram. Sjálvt tey mest atfinningarsomu søgdu, at álitið var áhugavert og nýskapandi. Fólk eru væl upplýst í dag og vita, at tað er partur av nýtímans fólkaræði, at listin skal hava rásarúm at seta teir spurningar, hon hevur hug at seta. Sjónleikurin ?Eitur nakað land Weekend? setur nógvar spurningar, sum fær fólk at hugsa.
Lønar seg
Eitt av málunum við mentanarpolitikkinum er at skapa fatan fyri tí týdningi, mentan og list hava fyri búskapin, við øðrum orðum prógva, at pengar til list ikki eru ein útreiðsla, men ein íløga.
- Tað er ikki bara í Føroyum, at tað haltar við at fáa fólk at skilja, at pengar til list ikki eru ein útreiðsla, men ein íløga. Og tað er ikki so løgið, tí tað er ikki so eyðsýnt, at listapolitikkur lønar seg. Hetta snýr seg um fleiri búskaparlig løg, kunnu vit siga.
- Nøkur talandi dømi eru kortini. Eitt nú rindar Norðurlandahúsið meiri í meirvirðisgjaldi enn landskassin letur til húsið um árið. Eisini kunnu vit staðfesta, at ein føroysk króna til list, útloysir ofta tríggjar norðurlendskar krónur. Tað, sum er meiri umráðandi, er at ásanna, at í einum og hvørjum samfelag verða skapað virði, sum ikki beinleiðis kunnu gerast upp í krónum og oyrum, og at hesi virði samstundis hava beinleiðis og óbeinleiðis búskaparligan týdning. Sum dømi kunnu vit nevna ein føroyskan málning. Í fleiri ár var ein stórur málningur hjá Williami Heinesen tað fyrsta tú sást, tá ið tú komst inn á donsku sendistovuna í Washington. Hendan myndin vakti stóran ans hjá øllum, sum komu á gátt. Tað er eingin ivi um, at hesin málingurin hevur havt ómetaliga stóran týdning fyri Føroyar, eisini búskaparliga, men vit kunnu ongantíð gera týdningin upp í krónum og oyrum.
- Í nógvum londum verða listafólk brúktbeinleiðis í vinnulívinum, tí tey føra kreativitet, broytingarhug og endurnýggjan til fyritøkurnar. Snøgt sagt, alt, sum er neyðugt í einum framkomnum vinnulívi, men slíkt er ikki lætt at gera upp í pengum.
- Norðurbryggjan í Keypmannahavn verður ein sýnisgluggi fyri føroyska mentan og list, og fer heilt givið at fáa stóran týdning fyri okkara búskap, men tað verður tørført heilt ítøkiliga at máta tann týdningin.
Hugburðsbroyting
Ein varlig hugburðsbroyting er farin fram seinnu árini.
- Tað hevur nakað við tíðina at gera. Tað er nú, at tíðin er búgvin til at gera nakað munagott til frama fyri listina. Vit liva í eini tíð við stórum broytingum. Altjóðagerðin, globaliseringin og kunningar- og samskiftistøknin hava broytt allar okkara fortreytir. Tað er umráðandi, at vit skilja, at kunningar- og samskiftissamfelagið ikki snýr seg um tøkni, men um innihald, mál, mentan og list. Um nútímanssamfelagið ikki leggur upp fyri hesum veruleika, gerast vit offur, fremmand og einsamøll framman fyri internetinum. Og tað er serliga galdandi fyri børn og ung. Vit eiga í hesum høpi at minnast til, at kunningar- og samskiftissamfelagið ikki í sjálvum sær geva størri vitan og upplivingar. Skal okkara samfelag eisini gerast eitt vitanar- og uppliv-ingarsamfelag, er neyðugt at satsa uppá útbúgving og mentan, soleiðis sum vit hava mælt til í Føroyuskum Førleika og í Mentan og Menning. Tí ræður tað um at geva fólki breitt og gott útboð av mentan og list, og geva fólk høvi at taka lut í mentunarlívinum. Mentunarpolitikkurin er sostatt eitt amboð í hesum samanhangi og útreiðslurnar til skapandi og útinnandi list, eru at meta sum íløga, sum er neyðug. Føroyskt mál og mentan koma undir eitt ómetaliga stórt trýst av globaliseringini og altjóðagerð, tá ið kunningar- og samskiftiskollveltingin av álvara er sligin ígjøgnum. Mentunarpolitikkur er neyðugur um vit skulu megna hesa støðu. Annars koma vit í eina álvarsliga støðu viðvíkjandi samleikanum, serliga børn og ung, sum so at siga javnan konstruera teirra samleika. Hetta snýr seg í síðstu atløgu um at vera menniskja, um hvat fyri menniskju vit skulu vera. Skulu vit verða upplýst, vitandi, skapandi menniskju, ella skulu vit gerast dólskir, passivir móttakarar og løtt at manipulera. Vit eiga at sleppa undan vandanum við tí dehumanisering, sum globaliseringin og nýggja tøknin kunnu føra til, sigur Jóannes Dalsgaard, og leggur afturat.
- Einki stendur í stað. Víst blóma mentan og list í Føroyum í løtuni hóast trong kor. Men vit eru á veg inn í eina broytingartíð, sum mannaættin sjáldan hevur upplivað fyrr og sum ikki kann samanberast vit nakra aðra tíð. Kunningar- og samskiftistøknin geva eina heilt nýggja støðu, sum menniskjað ongantíð hevur verið úti fyri síðani ídnaðarkollveltingina. Tað almenna má gera sítt til, at vit øll kunnu megna nýggju støðuna. Í hesum høpi eru mentan og list hornasteinar.
Góð javnvág
Yrkislist og áhugalist eru fortreytir fyri hvør aðrari. Í kjakinum, sum hevur verið síðani mentunarálitið varð almannakunngjørt, hevur áhugalistin verið sett upp ímóti yrkislistini av einstøkum politikarum. Kann tað hugsast, at vantandi fatanin fyri hvør aðrari botnar í, at alsamt fleiri partar av listini verða yrkisligir, og áhugalistin tess vegna kennir seg setta til viks?
- Tað er vandin í øllum mentunarpolitikki, ikki bara hjá okkum, og tí er málið altíð at finna eina góða javnvág millum áhugalist og yrkislist. Í mentunarálitinum hava vit lagt dent á at tryggja eina góða javnvág, og tí beri eg ikki ótta fyri nakrari ilstøðu ímillum áhugalist og yrkislist. Skilji væl óttan frá áhugalistini, tí hon hevur aðrar fortreytir enn yrkislistin, men Føroyar eru eitt samfelag, har báðar liva av hvørji aðrari og ikki kunnu verða hvørja aðra fyri uttan. Hinvegin skal yrkislistin ikki raðfestast lægri fyri at geva áhugalistini nóg stóra rúmd. Yrkislistin skal vera drívmegin. Vantandi fatanin fyri at geva báðum javngóða rúmd, kemur einamest frá teimum, sum ikki eru luttakandi og standa uttanfyri. Leikpallur Føroya er eitt gott dømi um, har valda semja og góður samstarvsandi.
Upphæddirnar, sum í álitinum verða skotnar upp til skapandi list árini framyvir, eru varligar.
- Upphæddirnar eru settar fyri at nærkast einum norðurlendskum støði. Tær eru als ikki ambisjøsar, men avgjørt eitt minsta mark fyri at gera nakað munagott, sigur Jóannes Dalsgaard, sum ikki avvísir, at tær eru settar eftir, hvat er realistiskt at fáa undirtøku fyri politiskt.
Álit á listafólki
At ávirkanin á listina verður løgd út til listafólk ígjøgnum listaráð, hevur onkur sett spurnartekin við, eitt nú formaðurin í mentunarnevnd Føroya Løgtings. Men Jóannes Dalsgaard sær ongan vanda í, at listafólk skulu gera av, hvørji listafólk skulu stuðlast og hvørji ikki.
- Heldur tvørturímóti. At leggja ávirkanina út til listafólk er at sýna teimum stórt álit og nógv dømi eru um, at tað ber væl til uttan nakrar trupulleikar. Eitt nú verður tað gjørt í Leikpalli Føroya og øll lata væl at. Og tað eru ikki bara listafólk, sum sita í ráðunum. Landsstýrismaðurin útnevnir eisini limir, og lóg og kunngerð fara at tryggja, at alt fer rætt fram. ÍSF fær stuðul frá landinum og ger sjálvt av, hvussu pengarnir verða býttir út, uttan at nakar setur spurnartekin við tað. Spurningurin er, hví listafólk ikki skulu duga eins væl at býta út. Henda skipan er eisini neyðug fyri at vit skulu kunna lúka kravið um armslongd, stuðla uttan at stýra.
Onnur lond hava ikki inntøkutrygd til listafólk. Nøkur lond arbeiða fram ímóti eini slíkari og hetta er eisini eitt mál sambært uppskoti í mentunarálitinum.
- Nøkur listafólk klára at liva av síni list, men nógv megna tað ikki, hóast teirra list er stór list. Tað vil siga, at vit hava ein bólk í samfelagnum, sum arbeiðir og skapar, men sum ikki fær gjald fyri sítt arbeiði. Eg rokni við, at tað ber til at gera onkra skipan fyri minsta inntøku, helst í samstarvi við ALS og í formi av eini trygging, har bert yrkislistafólk, sum burturav arbeiða við list, kunnu tekna seg. Hetta er ein samfelagsuppgáva í og við, at listafólkini lata okkum verk, sum alt samfelagið hevur gagn av.
Óavmarkaður marknaður
Norðurlendsk list er nógv eftirspurd úti í heimi, og Jóannes Dalsgaard sær nógvar møguleikar fyri føroyskari list uttan fyri landoddarnar. Ein óavmarkaðan marknað, serliga tá ið umræður myndlist og tónlist.
- Føroysk myndlist vekir longu ans úti í heimi, og hon er í eini serstøðu. Tí er uppgávan hjá okkum at stuðla framflutninginum av myndlistini við at stuðla framsýningum og kunning um føroyska list. Tónlistin er eisini við at koma væl við.
Verður eingin mentunarpolitikkur samtyktur og vit lata standa til, verður eingin menning á økinum, er Jóannes Dalsgaard sannførdur um.
- Vit verða øll fátækari, og ein partur av okkara listafólki rýmur av landinum. Í øllum framkomnum londum eru politikarar og myndugleikar vorðnir samdir um, at marknaðarkreftir eina ikki kunnu bera økið uppi. Men tað er í tøkum tíma, tí so nógv gott og spennandi hendir innan føroyska list í løtuni. Góða menningin, sum er í gongd, má stuðlast. Tað grør um gangandi fót á øllum økjum, og hóast umstøðurnar eru vánaligar. Og so vil onkur siga, at tað er netupp tí, men tað er ein gomul mýta.
Jóannes Dalsgaard dylir ikki fyri, at hann vónar, at ein setningur í komandi samgonguskjali verður at staðfesta og fremja ein mentunarpolitikk.
- Mentunarálitið er skrivað í samsvari við tað politikarar siga seg standa inni fyri, og tí vóni eg, at flokkarnir, sum koma til valdið, fara at skriva í samgonguskjalið, at teir taka undir við tí, ið stendur í mentunarálitinum, sigur hann, og leggur afturat, at tað er ikki altíð tað, sum fær mest rúmd í einum valstríði, sum er avgerandi fyri, hvør politikkur verður førdur eftir valið.
- Fatanin og undirtøkan fyri mentunar- og listapolitikki eru nógv størri í fólkinum enn vit gera okkum fær um. Føroyingar fylgja væl við, eru við í altjóða samfelagnum og fólk síggja, hvussu nógv og góð mentunartilboð, sum eitt nú Ísland og Danmark geva sínum borgarum. Føroyingar seta krøv á øllum øðrum økjum ájavnt við onnur fólk, listin er einki undantak. Tað er klókt og neyðugt at føra henda mentunarpolitikkin út í lívið. Møguliga skal hann tillagast eitt sindur.
Kritikkurin, sum hevur verið frammi um mentunarálitið, hevur verið lutvíst beinur og lutvíst skeivur, heldur Jóannes Dalsgaard, sum annars vónar at hoyra fleiri atfinningar og sjónarmið.
- Men tað er eitt sindur órættvíst at lasta álitið fyri tað, sum ikki stendur í tí. Tað er ein miskiljing at halda, at bókmentir og myndlist eru við skerdan lut í mun til aðra list. Hesar greinir hava Mentunargrunnin. Kanska er tað ikki nóg væl lýst í tekstinum.
Ført hevur eisini verið fram, at álitið skuldi verið komið fyrr.
- Betri seint enn ongantíð. Nú eru orð sett á økið og tey verða standandi. Eitt hugskot kundi verið at lagt álitið fyri nýggja løgtingið við eini yvirlýsing um týdningin av mentan og list fyri Føroya fólk. Samdust tingfólk um eina slíka yvirlýsing, høvdu vit eitt felags støði fyri nógv ár fram, sum so var moralskt bindandi fyri allar flokkar, sigur Jóannes Dalsgaard at enda í viðtali.