Tíðin komin at seta hol á

Tvøroyrar Býráð hevur ikki nógv at rumma við, men næsta ár er ætlanin kortini at seta hol á nakrar útbyggingina

 

Tvøroyri


Tvøroyrar Kommuna er enn illa fyri figgjarliga. Men kortini er ætlanin at seta hol á ymsar útbyggingar næsta ár.

Á fíggjarætlanini fyri næsta ár, eru 100.000 krónur settar av til at fyrireika arbeiðið at byggja nýtt næmingaheim í sambandi við Almanna- og Heilsuskúlan á Tvøroyri.

Býráðslimir søgdu, at hetta var ein óbeinleiðis áheitan á Landsstýrið um eisini at seta pening av til at byggja nýggjan skúla fyri.

Býráðið hevur somuleiðis sett 450.000 krónur til at fyrireika arbeiðið at byggja eldrasambýli. Kommunan hevur fyrr ætlað at byggja eldrasambýli inni í Trongisvági, beint uttanfyri ringvegin við Ítróttarhøllina og tað er framvegis einasta stykki, sum er upp á tal.

Harumframt verða 300.000 krónur settar av til at gera høli hjá tannlæknanum ístand fyri, so at tannlækni aftur kann setast niður á Tvøroyri, tí tað hevur tað verið stórur saknur í. Somuleiðis verða 300.000 krónur eru settar av til Kirkjugarðin og 100.000 til nýggjan sløkkiliðsbil.

Tað verða eisini 950.000 krónur settar av til at fylla út niðri á havnalagnum. Havnalagið er ov trongt sum er og tí er tað neyðugt at rúmka ræsurnar.

Finnleif Guttesen, borgarstjóri, sigur, at enn er ikki gjørt av, hvar fyllast skal út.

Men vesturi við flakavirkið hjá Delta er grynri enn uttanfyri Fiskavirking so har røkkur peningurin longri.

Hann ásannar tó, at økið, sum fæst fyri 950.000 krónur, verður ikki stórt, men tað verður tó pláss fyri einum hampiligum bygningi.

Í løtuni hevur kommunan ongar umsóknir um grundstykki til vinnuvirki, men skuldi ein komi, vil kommunan helst hava eitt stykki tókt.


42, 6 milliónir inn í skatti

Annars væntar kommunan at fáa 44,1 milliónir inn í kommunuskatti í komandi ár og tað er 5,7 % meiri enn fíggjarætlanin í ár vísir, ella tvær milliónir meiri.

Men kommunuskuldin er framvegis stór, og næsta ár skal kommunan betala 16.4 milliónir í rentum og avdráttum.

Skattaprosentið á Tvøroyri næsta ár, verður óbroytt, 22,5% og barnafrádrátturin verður somuleiðis tann sami, 3.000 krónur.

Annars hevur tað gingiå upp og niður hjá Tvøroyri seinastu árini. Í fjør varð mett, at kommunan fór at fáa 40 milliónir inn í skatti í 2000, men tað komu 44 inn. Í ár vórðu mettar at fáa 42 milliónir inn, men, og spurningurin er um tað fer at halda, so í ár eru inntøkurnar falnar, afturímóti í fjør. Næsta ár verður so aftur roknað við einumn vøkstri.

Skuldin hjá Tvøroyrar kommunu er einar 100 milliónir í løtuni og eftir teirri avtalu, sum nú minkar hon einar 10 milliónir um árið, Tvs, at um fimm, seks ár er hon komin niður á eina álíkning.