Talið av flytingum verður fyri árið 2004 negativt fyri fyrstu ferð í átta ár. Tað vil siga, at seinasta árið eru fleiri flutt av landinum, enn tey sum eru flutt hendan vegin. Øll árini síðani kreppuna í árunum 1989 til 1995, hevur tað annars verið positivt.
Men hvønn týdning hevur hetta fyri samfelagið? Er nakað vandatekin í hesum, ella er tað bara nakad, sum hendir av og á?
Gongdin seinastu 35 árini
Hyggja vit at gongdini seinastu 35 árini í teimum demografisku (íbúgvafrøðisligu) tølunum, so fæst ein hóming av, hvussu útviklingurin hevur verið, og hvussu framtíðar møguleikar kunnu vera. Fyri at gera talvurnar so fáar og einfaldar sum gjørligt, havi eg valt bert at vísa tølini, sum tey eru, og ikki vísa nakrar relativar procent-rokningar ella annað slíkt.
Tað, sum kallast náttúrligi vøksturin, kemur fram, tá vit samanbera talið av føddum og deyðum. Munurin kallast eisini burðaravlop, og tað er og hevur í Føroyum verið positivt, í hvussu so er tey seinastu hundrað árini. Á mynd 1. sæst hvussu gongdin hevur verið seinastu 35 árini, ár um ár.
Burðartalið minkar
Talið á føddum lá um 800 fyrst í perioduni, men hevur sum heild verið lækkandi. Undantikin vóru nøkur ár umleið 1990, tá tað knappliga hækkaði upp á 950 ella meira. Men tað fall skjótt aftur og hevur seinastu árini ligið millum 600 og 700. Hækkingin um 1990 og fallið aftaná, kann helst setast í samband við, hvussu búskapurin tá bleiv blástur upp, og so brádliga misti kraftina. Fallið sum heild man kunna setast í samband við, at familjumynstrið er í broyting, og barnaflokkarnir gerast minni.
Deyðatalið veksur
Talið á deyðum hevur í sama tíðarskeiði, 1970 til 2004, verið rættiliga stabilt við bert smáum upp- og niðursvingum. Hetta er vanliga gongdin, eisini aðra staðni, um ikki álvarsligar epidemi-sjúkur, náttúru-vanlukkur ella kríggj gera seg galdandi. Í 1970-unum lá talið millum 260 og 300. Í 1990-unum nærkast tað teimum 400, og nú er tað 400 ella har yvir. Orsøkin til at talið av deyðum í Føroyum er spakuliga hækkandi, er ikki tann, at fólk liva stytri enn fyrr, ella at heilsustøðan er blivin vánaligari. Orsøkin er tann einfalda, at parturin av fólkinum, sum eru "eldri", er størri.
Náttúrligi vøksturin minkar
Munurin á hesum tølum, er sum longu er nevnt, framvegis positivur, og har er so eitt ískoyti til, at fólkatalið kann vaksa. Men burðaravlopið er, sum tað sæst av strikumyndini, minkandi. Fyrst í avmyndaða tíðarskeiðinum var tað umleið 500, men seinnu árini hevur tað verið um 300.
Flytingarnar eru avgerandi
Men ikki øll støðast í landinum. Fólk flyta burtur fyri at fáa eina útbúgving, fáa sær vinnuroyndir, fyri at sleppa sær burtur eina tíð, fyri at giftast, ella hvat tað nú kann vera. So eru tað tey, sum hava mist arbeiðið, ella ongantíð hava funnið tað, sum tey ynsktu sær. Nógv koma heim aftur, og summi flyta nógvar ferðir aftur og fram.
Javnvágin í hesum flytingum kann svinga út til báðar síður. Vit finna á mynd 2 periodur, sum vísa tríggjar møguleikar: Nettotilflyting, nettofráflyting og javnvág í flytingum millum Føroyar og útlandið. Tá talað verður um útlandið í hesum føri, er tað so, at 80-90 % av flytingum ganga millum Føroyar og Danmark, og soleiðis hevur tað verið í 50 ár ella meira. Og í Danmark er mett at eini 20.000 til 25.000 føroyingar búgva. So uppá skemt, kundi man kallað Danmark fyri størstu bygd í Føroyum, nógv størri en Havnin.
Til- og fráflyting
Fram til umleið 1985 fluttu 1.000 til 1.500, ella har á leið, báðar vegir, so nettoúrslitið varð at munurin gjørdist eitt rættiliga lítið tal, 100 til 200 fólk hendan ella handan vegin. Men so kemur ein perioda har meira ferð kemur á. Men hóast tilflytingin skjótt fellur niður á eitt normalt støði, so tekur fráflytingin dik á seg árunum 1989 til 1995. Í 1993 fóru 2.800, í 1994 fóru 3.300 og í 1995 fóru 2.300. Tilsamans hesi trý árini fóru 8.400 fólk av landinum ella umleið 18%. Hetta er eitt so stórt tal, at eg ikki havi funnið nakað annað, sum tað kann samanberast við.
So var tann versta kreppan hæsað av, og nógv fólk sum høvdu verið ?niðri? eina tíð, fóru so smátt at koma heim aftur. Fráflytingarnar hava verið í minking frá 1995 til 2001, men í 2002, 2003 og 2004 hækkaði talið, ikki so nógv, men tó eitt sindur. Sjálvt um endaligu tølini fyri 2004 ikki eru tøk enn, so kann væntast at tað gevur eina nettoflyting av landinum fyri fyrstu ferð í 8 ár. Frá januar til oktober í ár var nettoflytingin minus 137 fólk.
Kreppuárini eru ikki vunnin inn aftur
Í tíðarskeiðinum 1970-88 var at kalla javnvág millum til- og fráflyting, og nettoúrslitið hesi 18 árini var + 312 fólk. Næsta skeiðið 1989-95 var tann lívshóttandi kreppan, sum gav eitt stórt negativt tal í flytingini, netto minus 7.192 fólk. So kom ein stabiliserings-perioda, sum politiskt fyri ein stóran part bleiv brúkt til at byggja luftkastellir. 1996-2004 gav eitt positivt nettoúrslit uppá +2.600 fólk.
Hóast nøkur burturav góð ár, sum nú eru farin, í hvussu so er fyri eina tíð, so bleiv tað sum fór fyri skeyti í kreppuárunum ikki vunnið inn aftur. Roknistykki vísir so, at 4.600 fólk komu ongantíð til Føroya aftur, men tey liva allarhelst væl og hava tað gott, har tey nú liva og virka.
Fer fólkatalið nakrantíð upp um 50.000?
Seinasta mynd 3, vísir so hvussu úrslitið av øllum hesum tølum, sum eru umtalaði, vísa seg í fólkatalinum í Føroyum. Har var ein nokkso jøvn framgongd til 1989, tá meðalfólkatalið var 47.738. So kom eitt ordans høgg; og meðalfólkatalið fall til 43.556. Har næst kemur ein jøvn framgongd aftur, sum seinasta árið tó sýnist at hava mist kraftina aftur. Men um ársskiftið komandi kann fólkatalið í Føroyum væntast at liggja um 48.500. Mynd 3 kann eisini avlesast soleiðis, at kreppan kostaði samfelagnum so nógv, at tað tók tíggju ár at koma aftur á sama støði aftur. Spennandi verður at hoyra, hvussu annar táttur verður kvøðin.
Komandi greinar
Í komandi greinum er ætlanin at taka upp aðrar part2.ar av demografisku spurningunum, sum hava týdning í føroyska samfelagnum. Tað kundi verið tann sonevnda "eldra-byrðan" ella flytingar millum landspartarnar, útjaðaraspurning og kanska økismenning.
Keldur:
Árbók fyri Føroyar 2003
Heimasíðan hjá Hagstovuni
www.hagstova.fo/portal/page