Í annaðkvøld klokkan 19.45 spæla Føroyar og Spania á Tórsvølli í EM-undankappingini. Undan venjingini á Tórsvølli var tíðindafundur í B36-húsinum. Luis Enrique, landsliðsvenjari, er ikki við av persónligum orsøkum.
Seinast á tíðindafundinum sloppu føroysku fjølmiðlafólkini at seta spurningar. In.fo spurdi um fyribils venjarin, Robert Moreno, var bilsin av nøkrum, tá hann greinaði føroyska landsliðið.
- Ja, tað má eg siga. Eg má geva Lars Olsen og føroyska landsliðnum eitt til lukku. Føroyar er eitt broytt lið. Tit royna at spæla sum ein stór tjóð. Spæla bólt og pressa høgt. Eg fari at siga tilukku við Lars Olsen, tí tað er torført við eini so lítlari tjóð. So til lukku til føroyska liðið og Lars Olsen fyri gott arbeiði, sigur ein smílandi Robert Moreno á tíðindafundinum,
Graslíki fær nógv uppmerksemi
Fyrsti spurningurin frá sponsku fjølmiðlunum er um undirlagið á Tórsvølli. Her sigur Robert Moreno, sum er hjálparvenjari, at teir eru til reiðar at spæla á graslíki.
- Spælararnir eru væl fyri og vit hava roynt ymiskt, so tað eru vit til reiðar til. Vit skulu hava stigini her og fyrireika okkum til dystin móti Svøríki, sigur Robert Moreno.
- Eg havi tosað við Luis Enrique og vit hava planlagt væl hvat skal henda. Luis Enrique er ein venjari, sum leggur alt til rættis. Eg havi tosað við hann so seint sum fyri einum tíma síðan. Hann er keddur av, at hann ikki kundi vera her, sigur Robert Moreno.
- Liðandin hevur nógv at siga og hetta verður ein dystur, sum skal vinnast sum eitt lið, sigur Robert Moreno.
- Vit hava tosað nógv um hvør skal standa í mál. Vit hyggja eftir hvussu teir hava klárað seg til venjing og hvørjar eginleikar teir hava, sigur Robert Moreno.
Fleiri spurningar eru um graslíki, har Robert Moreno ikki tykist grenja um graslíkið, meðan tíðindafólkini eru sera upptikin av umstøðunum.
- Um vit tapa, so er tað ikki orsaka av umstøðunum, sigur Robert Moreno.
Enrique minnist málið móti Føroyum
Móti endanum av tíðindafundinum sloppu føroysku tíðindafólkini framat. Her spurdi In.fo, um Luis Enrique hevði sagt nakað um dystirnar í móti Føroyum í 1996 og 1997.
- Hann skoraði eitt mál, ha? Jú, hann minnist ikki altíð so væl, men hann hevur tosað um dystirnar og minnist teir. Eg eri eisini harmur um, at Luis Enrique ikki er við, sigur Robert Moreno.
Daniel Parejo eisini á tíðindafundi
Eftir at Robert Moreno var á tíðindafundinum kom miðvallarin hjá Valencia, Daniel Parejo, at svara spurningum frá fjølmiðlunum.
##med2##
- Tað er ein vansi at vit spæla á graslíki, men vit vóna at tað ikki verður ein umbering fyri eitt vánaligt avrik. Ja, eg havi spælt á graslíki við Valencia, men ikki nógv. Tað týdningarmiklasta er liðandin og ikki teir einstøku spælararnir. Eg vil gjarna gera mítt íkast fyri at vit kunnu vinna, sigur miðvallarin hjá Valencia.
Tað er fimtan dagar síðani, at Daniel Parejo vann á Lionel Messi og FC Barcelona og lyfti sjálvur steypið í Copa del Rey.
- Eg eri væl fyri. Tað eru fimtan dagar síðani og eg eri til reiðar við positivum hugburði, sigur Daniel Parejo.
*Sitatini í tekstinum eru umsetingar hjá tolkinum.