Tíðindaskriv frá Hondbóltsambandinum

Nevndin í HSF hevur í dag verið í Tinganesi á fundi við løgmann um útlendingamálið.

Á fundinum fekk HSF upplýst at teir útlendingar, sum í dag hava arbeiðsloyvið, fáa arbeiðsloyvið endurnýggja eftir somu treytum, sum verandi arbeiðsloyvið eru givin. HSF fegnast um tann skáan sum nú er givin teimum leikarum, ið nú eru í landnum.

Eisini bleiv upplýst, at nýggir leikarar, ið koma til landið, koma eftir teimum treytum, ið landsstýri hevur avtala við Udlendingestyrelsen. Tað hevur við sær, at ítróttarfeløg eru noydd at gjalda uml. kr 9.000,00 til møguligar nýggjar leikarar um mánaðin í løn.

HSF metur at gjaldið fyri útlendskir leikarar er ov nógv, og at feløgini ikki megna at gjalda hendan kostnaðin. HSF fer tí at royna at ávirka tað politisku skipanina til at broyta hesar treytir.

Tórshavn tann 24/08-04,
Hondbóltsamband Føroya