Eftir at foreldrabólkurin "Kom og dansa fyri ung" hevði skipað fyri dansiskeiðum við dansilærarum úr Aberdeen á fleiri skúlum, á stovnum og fyritøkum í Tórshavnar Kommunu í januar mánaða í ár, hevur foreldrabólkurin "Kom og dansa fyri ung" sent ein ungan mann til Íslands fyrr í vár at læra til ungdómsdansiinstruktør. Ætlanin er at ung skulu læra onnur ung ymiskar dansihættir.
Umframt varð skipað fyri einum seriudansi við 7 ungum av Skálafjørðinum, sum dansaðu ein sokallaðan "drug-dance". Hesin snúði seg um rúsevni og negativan ágang frá javnaldrum. Í juli mánaða bjóðaði foreldrabólkurin "Kom og dansa fyri ung" trimum ungum úr Margarinfabrikkini, 14, 15 og 16 ára gomlum á intensivt dansiskeið á City Movies/Lemon Tree, Summer School of Aberdeen, høvuðsstaðurin í skotska landspartinum Grampian.
Undirvíst varð frá morgni til seinnapartin mánadag til fríggjadag við teimum allarnýggjastu dansihættunum, s.s. serium o.ø. dansiframførslum við royndum, framúrskarandi koreografum, sum vóru komin ymsastaðni frá úr Onglandi.
Umframt hesi trý ungu úr Føroyum var eitt umboð fyri foreldrabólkin "Kom og dansa fyri ung" og eitt hjálparfólk frá Margarinfabrikkini/virkishús fyri børn og ung í Havn við á vikuferðini. Á ferðini var tað foreldrabólkurin "Kom og dansa fyri ung", ið var vertur. Byrjað varð at fyriskipa dansiskeiðið longu í marts mánaða. Leitað varð eftir gisting fyri ein sámuligan prís í bløðunum, og ein føroyingur uttanlands í Aberdeen var okkara útleigari fyri ta vikuna í friðarligum umhvørvi uml. 10 min. frá miðbýnum. Flogferðin millum Vágar og Aberdeen aftur og fram var við Atlantic Airways eisini fyri ein sera sámiligan prís.
Tey ungu vórðu heintað á flogvøllinum og koyrd beinleiðis inn á dansiskeiðið, meðan tey vaksnu vórðu koyrd til íbúðina, har tey fingu íbúðina í rættlag fyri okkum fimm, ið skuldu húsast saman í heilar 7 dagar. Vit ótu morgunmat saman hvønn morgun í íbúðini, og ótu eina heita máltíð úti í býnum, sum foreldrabólkurin "Kom og dansa fyri ung" rindaði fyri.
Umframt ferðina, skuldi foreldrabólkurin "Kom og dansa fyri ung" gjalda fyri dansiskeiðini hjá teimum 3 ungu føroyingunum, ið luttóku, og fyri onkrar útferðir í Aberdeen s.s. skoytibreyt, biograf og bowling, sum var í Codonas stuttleikaparkini beint við ta longu sandstrondina.
Vit gingu nógv í Aberdeen, brúktu Hop on og Hop off bussar av og á fyri at síggja annað enn sjálvan miðbýin.
Dansiskeiðið endaði við dansiframførslu tann 5. dagin, har tey ungu í Føroyum kundu bjóða tveimum áskoðarum við ókeypis til framførsluna. Vit vóru 4 føroyingar, ið vóru áskoðarar, og eftir framførsluna vóru vit øll samd um, at hetta var ein frálíka væl frágingin framførsla. Føroyski luttakararnir vórðu heiðraðir á ein serligan hátt av Lord Mayor, og hann handaði tveimum hvør sína T-shirt við Aberdeen merkinum á.
Ætlanin er at bjóða fólki at síggja dansiframførsluna á stórskíggja, væntandi í Margarinfabrikkini í næstum.
Høvuðsstuðlar hesuferð eru: Aberdeen grunnurin, Atlantic Airways, Útleigarin í Aberdeen og ikki minst Morag Donald v/fam. í Aberdeen.