Dayron Robles úr Kuba var í dag fyrstur á mál í finaluni í 110 metrar forðarenning í HM-kappingini í frælsum ítrótti, men løtu seinni misti hann meistaraheitið. Tað vísti seg, at kubanin hevði tikið í armin á Liu Xiang, so hesin misti so mikið av ferðini, at hann endaði á triðja plássi.
-Tá eg nærkaðist teirri 9. forðingini, tók Robles í meg, so eg mátti seta ferðina niður. Eg helt, at fór at vinna heimsmeistaraheitið ella í minsta lagi annað pláss, men so tók Robles í meg, segði Liu Xiang aftaná.
Dómararnir gjørdu av at burturdøma kubanska rennaran. Tað bar í sær, at amerikanarin Jason Richardson varð kosin vinnari, og at Liu Xiang fekk silvur.
Dayron Robles vildi ikki góðtaka avgerðina hjá dómarunum og hevur kært hana.