Tók ein tíma at fáa politiið á staðið

Løgreglan hevði ikki umstøður at syrgja fyri at ferðslan til Havnar gekk sum hon skuldi í morgun.

 

Næmingar í studentaskúlanum í Hoydølum høvdu í morgun tikið gomlu siðvenjuna uppaftur at órógva morgunferðsluna til Havnar í sambandi við, at teirra dagar í Hoydølum eru um at verða taldir.

 

Kátir næmingar við bommum, slikkipinnum, øli og brennivíni órógvaðu ferðsluna í ein heilan tíma, áðrenn ein einsamøll løgreglukvinna kom á staðið beint fyri klokkan hálvgum níggju. Tá mundi køin hava staðið lagnt inn í Kaldbaksbotn – og nógv fólk verða komin ov seint til arbeiðis.

 

Les eisini: Eingin prógvhandan ella pisufundur

 

 

Fyrr hevur rektarin í Hoydølum hótt næmingar viðrevsitiltøkum, um teir aftur órógvaðu ferðsluna og gjørdi herverk á skúlanum í sambandi við hendan skulkidagin. Í 2013 hótti Mikkjal Helmsdal, rektari, við, at skúlin ikki fór at skipa fyri prógvhandan, og at skúlin ikki fór at taka lut í fyriskipanini av pisufundinum.

 

Les eisini: Friðarligur skulkidagur

 

– Árgangurin 2013 vil so sum tann fyrsti – og vónandi einasti – árgangurin av pisum her á skúlanum, sum fáa prógvið sendandi í postinum vikuna eftir, at próvtøkurnar eru loknar, segði Mikkjal Helmsdal við Sosialin.

 

Les eisini: Skúlanæmingar elvdu til ruðuleika í ferðsluna

 

Enn er ikki greitt, hvørja støðu Studentaskúlin hevur til hendingina í morgun.

 

Trýst á pílin á myndini fyri at síggja kykmynd frá órógvinum á Hvítanesvegnum í morgun