Framsýning
Hósdagin læt forvitnislig mynda-og skjalaframsýning upp í Ribarhúsi í Fuglafirði. Tað er Fuglafjarðar Fornminnisfelag, sum skipar fyri framsýningini, ið Páll S. Joensen, saman við øðrum góðum stuðlum hegnisliga hevur greitt úr hondum. Framsýningin verður opin til 3. august. Fólk hava høvi at bíleggja sær hesar gomlu og frálíku myndir, sum eru við á framsýningini. Peningurin, sum kemur inn fyri sølu, fer til arbeiðið hjá Fuglafjarðar Fornminnissavni.
Allar myndirnar, sum eru við á framsýningini, eru tiknar í 1938, og tað er fuglfirðingurin, sum í mong ár hevur búð í útlegd í Danmark, Jógvan Julius Joensen, ið hevur tikið allar myndirnar.
Julius fór til Danmarkar at læra skipasmíð longu í 1931. Tá ið hann hevði fingið hesa útbúgving, flutti hann til Gilleleje at búgva og arbeiða og í Gilleleje býr hann framvegis, nú hann er vorðin 95 ára gamalur.
Í 1938 giftist Julius við Adu Andersen úr Gilleleje.
Allar myndirnar, sum eru við á framsýningini, tók Julius, tá ið hann og konan vóru í Føroyum á brúdleypsferð. Flestu myndirnar eru úr Fuglafirði, men nakrar eru eisini úr øðrum bygdum í Eysturoy og úr Kirkjubø.
Myndir og skjøl
Tað var landsstýrismaðurin í mentamálum, Jógvan á Lakjuni, sum alment læt framsýningina í Ribarhúsi upp, og tað vóru eisini hann og bróðurin, Eyðun á Lakjuni, sum stóðu fyri klaverspæli og sangi.
Ditlev Róin, sum er kassameistari í Fuglafjarðar Fornminnisfelag og Petur Martin Petersen, sum er leiðari á Kunningarstovuni í Fuglafirði, søgdu eisini nøkur orð við høvið.
Væl av fólki vóru møtt til upplatingina, og Páll S. Joensen, stigtakari segði seg vera ovfarna av, at so mong vóru møtt.
- Eg hevði ikki væntað, at so mong fóru at koma her í dag, segði ein fegin Páll, sum hevur gjørt eitt stórt arbeiði at savna hesar myndir og skriva viðkomandi tekstir til myndirnar.
Umframt myndirnar, sum eru einar 60 í tali, hava fólk, sum
vitja framsýningina, eisini høvi at síggja nøkur gomul skjøl, eitt nú manningarlistan frá fyrsta túri til skips hjá Juliusi í 1925 og lærusáttmála hansara frá 1931.
Julius fór sum aðrir ungir dreingir til skips 14 ára gamal, og hann sigldi seks ár við slupp, áðrenn hann fór niður til Danmarkar at læra skipasmíð.
Við á framsýningini eru eisini stuttar greinar, sum lýsa lívsleið Juliusar frá barna-og ungdómsárum og fram til dagin í dag. Somuleiðis er yvirlit yvir ættarfólk hansara.
Hjá fólki, sum hava áhuga fyri søgu og myndum, er framsýningin, sum nú er í Ribarhúsi, rættiligt "guff"
Jógvan Julius Joensen er føddur 10. September 1910. Foreldur hansara vóru Johannes Peter Joensen av Eiði og Malena Fredrikka Joensen úr Fuglafirði.