Tað verður Tóki Hartmann Niclasen á Tvøroyri, sum næstu árini fer at sita við stýrisvølin á føroysku kappróðrarskútuni. Tað varð greitt, tá ið Róðrarsamband Føroya seinnapartin hevði ársaðalfund.
Tvey uppskot vóru at velja ímillum, og Tóki H. Nielsen varð valdur í kapping við Ísak Mikladal.
Tóki Hartmann Niclasen er kendur í kappróðrarhøpi. Hann hevur í fleiri ár verið ein av eldsálunum í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.
Undan aðalfundinum var tað greitt, at fimm nýggir nevndarlimir skuldu veljast, tí allir nevndarlimirnir uttan Kristian Eli Zachariasen høvdu boðað frá, at teir fóru at leggja frá sær. Tey vóru Jan Herman Hansen, sum hevur verið formaður í tíggju ár, Poul John Æðustein, Jakku Guttesen, Súnhild Holm og Paula Eikholm.
Umframt Tóka H. Niclasen vórðu vald í nevndina í dag Annika V. Dalsgarð, næstformaður, Havgrímur Hansen, Sámal Christianson og Karlot Hergeirsson. Hesi manna nú nevndina í Róðrarsambandi Føroya saman við Kristiani Eli Zachariasen.