John S. Myllhamar,
trúboðari
Havi sum so ikki nógv við Kirkjuliga Missiónsfelagið at gera, men kenni grund at takka teimum fyri, at teir hava lagt seg eftir at vitja smábygdir og útjagaran í Føroyum, við av og á at hava reglulig møtir har. Kirkjuliga Missiónsfelagið hevur ofta verið mett, at vera ein meira útimisións felagsskapur, av tí at felagið hevur havt fleiri heidningatrúboðarar: Tí er tað eitt gott tiltak, teir eru farnir undir. Tað eru bygdir í Føroyum, sum ongantíð síggja ein prest ella trúboðara, enn minni at hann støkkur inn á gólvið. Tað er óivað ymiskir spurningar hesi kunnu tosa við okkum um.
Hetta var eisini orsøkin til at teir gomlu í kirkju okkara, stónaðu eina desideraða Indre Missión - missión, ið burturav skuldi drívast heima. So lótu teir onnur taka sær av úti missión, ið er eitt heilt annað slag av missión. Teir sóu uppgávan sera stóra heima.
Var hon stór tá, er hon ikki minnið í dag. Vit fara ofta yvir um ánnað eftir vatni. Vit fara longsta veg fyri at finna menniskju, heldur enn bíbliunnar einfalda veg - beinleiðis til menniskja. Sum Jesus gjørdi. Arbeiðisøkið hjá honum var landavegirnir í Palestina. Og hann bað lærusveinar sínar byrja í Jerúsalem.
Góða eydnu við missiónsarbeiðinum heima í Føroyum.