Tøl hjá løg­manni so sum so...

Annaðhvørt er løgmaður erk­vis­in, ella er hann ikki serliga stinn­ur í rokning.

Á Facebook mkudagin hevði hann hesa stat­us­upp­dat­er­ing:
»At verða kallaður býttur, korr­­uptur, tápuligur, ikki skarp­asti knívur í skuffini, líka­­glað­ur, klovn, barnsligur, na­­i­vur av fólkum sum ikki kenna meg persónliga, og ong­­an­tíð hava verði í mínum skón er áhugavert.
Men kanska sigur tað meir um tey sum brúka hesi orð, enn tey sum tað rak­ar, eg skal sjálvandi eisini fyr­i­halda til tey 99,99% av okk­ara fólki sum ikki brúkar hetta háð­andi orðaval, ynski okk­um øll­um ein góðan dag.«
Rætt hevur løgmaður í, at tað ikki er pent at tosa so hánt um fólk. Men um 99,99 pro­sent av føroyingum ikki siga slíkt um løgmann, so eru ikki so nógv eftir. Tí 99,99 prosent av 50.000 fólkum er 49.995. Altso eru tað bara fimm føroyingar, sum halda so hánt um løgman.
– Og tað er jú ikki so galið skoðsmál, harra løgmaður...