Í kvøld boðar Magnus Rasmussen, løgtingslimur fyri Sambandsflokkin í Eysturoy frá, at hann hevur tikið avgerð um at lata seg stilla upp til fólkatingsvalið hin 5. juni.
- Eg ynski at gera mítt besta til, at vit fáa sambandsumboðan niður aftur á Fólkating. Knappar tríggjar vikur eru til valið, og í hesum tíðarskeiði fari eg at skriva nakrar greinar, har eg eitt nú fari at koma inn á spurningin, hví eg stilli upp.
Magnus Rasmussen sigur, at hann fer at vísa á, hví hann heldur, at Føroyar skulu hava umboðan á fólkatingi, hví vit skulu vera verandi í ríkisfelagsskapinum, og hann ætlar sær eisini at nema við tað arbeiði, sum verður gjørt - og kann gerast - á fólkatingi.
- Eg fari at leggja hesar greinar út á vangan hjá mær, heimasíðuna hjá Sambandsflokkinum og á Facebook-síðuna hjá Sambandsflokkinum. Eisini verða greinarnar sendar til nakrar føroyskar tíðindaportalar.
Løgtingsmaðurin sigur seg vóna, at hann soleiðis kann geva sínum lesarum eina greiða mynd av sínum hugsanum í samband við ymiskar tættir, sum hava við fólkatingið og fólkatingsarbeiðið at gera.
- Tað mest umráðandi er, sigur løgtingsmaðurin, at Sambandsflokkurin vinnur valið og fær fólkatingssessin aftur. Ein atkvøða til Sambandsflokkin á fólkatingsvalinum fer væl, leggur Magnus Rasmussen aftrat.