VEIÐA
Tað er sjáldan, at veiðan eftir fleiri fiskasløgum í roynist væl samstundis. Hetta síggja vit í uppisjóvarvinnuni, og vit síggja tað eisini, tá ræður um tosk, upsa og hýsu.
Í fleiri ár hevur lítið verið at fingið av toski, men nú er toskurin eftir hvat fiskifrøðin veit at siga eftir øllum at døma við at koma fyri seg aftur.
Meðan toskur hevur talt minni í veiðini hjá skipum og bátum, hava partrolarar og lemmatrolarar fingið nógvan upsa.
Upsaveiðan hevur verið góð í fleiri ár, og serliga royndist árið 2009 avbera væl. 2008 var eisini eitt gott upsaár, meðan líkt er til, at árið í ár fer at líkjast árinum 2007.
Tøl hjá landingarmiðstøðini Kongshavn í Saltangará vísa, at tað serliga eru seinastu mánaðirnir í ár sum hava svikið.
Kongshavn landar nógv tey somu skipini, og tí geva tøl hjá landingarmiðstøðini eina rímiliga góða heildarmynd av støðuni.
Minkandi nøgdir
Landingarmiðstøðin hevur gjørt upp landingartøl fram til endan av oktober í ár. Hesi vísa, at samlaðu nøgdirnar higartil í ár eru 25.700 tons móti heili 33.900 tonsum í 2009. Munurin er soleiðis meiri enn 8.000 tons. Av samlaðu nøgdunum higartil í ár eru 7.700 tons gulllaksur, meðan gulllaksurin somu tíð í fjør taldi 9.400 tons.
Aftrat gulllaksi landar Kongshavn næstan bara upsa, og tá vit taka gulllaksin burtur úr, sæst týðiliga, at upsalandingarnar í ár ikki kunnu samanberast við árið í fjør, ið sum nevnt var eitt sera gott upsaár.
Áðrenn vit fara at hyggja eftir, hvussu oktober mánaði annars hevur roynst onnur ár, kunnu vit taka samlaðu landingarnar á landingarmiðstøðini Kongshavn fram til endan av oktober, fýra fylgjandi ár á rað:
2010 – 25.700 tons
2009 – 33.900 tons
2008 – 28.400 tons
2007 – 24.000 tons
Taka vit gulllaksin burtur úr, eru landingartølini fyri gulllaks seinasta dag í oktober hesi:
2010 – 7.700 tons
2009 – 9.400 tons
2008 – 6.800 tons
2007 – 7.000 tons
Heystið svíkur
Hyggja vit nærri eftir tølunum hjá landingarmiðstøðini Kongshavn fyri árið í ár og samanbera við árið 2007, sum líkist árinum í ár, síggja vit, at tað serliga er heystið, sum hevur svikið í ár.
Tølini vísa, at meðan januar, februar og mars í ár royndust betri enn somu mánaðir í 2007, hevur tíðin síðan einaferð miðskeiðis í summar í ár roynst munandi verri enn í 2007.
Vit kunnu hyggja eftir, hvussu oktober mánaði annars hevur roynst undanfarin ár:
2010 – 1200 tons
2009 – 1700 tons
2008 – 1900 tons
2007 – 1800 tons
Tað eru serliga august, september og oktober í ár, sum ikki hava roynst serliga væl hjá ísfiskatrolarunum.