Tú mást ikki sláa í hel

Við hoyra um ræðuleikar í Kosovo, har serbar og albanar avlíva sakleys menniskju, ein etnisk útreinsan fer fram millum hesar bólkar ? hetta er óndskapurin, sum vísir sítt sanna lyndi.

Vit hava hoyrt og lisið um týningarlegur, har jødar í milliónatali lótu lív. Hetta tykist kanska so fjart frá okkara gerandisdegi, men hvussu er tað í okkara nærumhvørvi, í tí sokallaða kristna heiminum, har tað at sláa í hel skuldi verið ókent fyribrigdi?

Tað tykist sum alt andar av friði, gaman í verður onkur stjóri koyrdur til hús nú og tá, okkurt djúpt lágtrýst leggur leiðina hendan vegin, ristir nakað harðliga í okkum, men so er stilli aftur og lívið gongur sína vanligu gongd.

Men bert tveir tímar frá okkum við flogfari og 32 tímar við Norrønu verða somu brotsverk framd ímóti mannaættini, sum undir Hitlers ræðuleikum og serbum og albanum í Kosovo, men munurin er bara tann, har eru eftir hondini sendir eygleiðarar til, sum ansa eftir hesum brotsverkum, sum verða framd og fyrr ella seinni verður onkur at standa til svars fyri hesar ræðuleikar.

Hvussu tað er við eygleiðarum, tá tað ræður um at verja tað verjuleysa fostrið, man vera meira ivasamt eftir teimum seinastu tølunum, sum eru almannakunngjørd hesum viðvíkjandi í Danmark. Tað, sum eg hugsi um er eitt tal av sakleysum, verjuleysum fostrum, sum verða týnd ? eitt tal uppá 18.000 er almannakunngjørt, sum verða týnd um árið við abort í Danmark, og nú verður í ramasta álvara tosað um at leggja brúkaragjald á fyri at bremsa hesum ræðuleikum. Sending um hetta álvarsmál var at síggja í DR2 í vikuni, sum fór.

Abort er komin har til, at tað verður nærum brúkt sum preventión. Hetta eru skelkandi tøl, og eg kann ikki lata vera við at taka pennin og geva mínum harmi luft, men eg havi ikki verið varugur við nakrar stórar yvirskriftir í seinastuni hesum viðvíkjandi, sum mótmæla hesi týningarlegu á humanum grundarlagi.

Sagt verður, at fostur í 12 vikur og upp til 27-28 viku verða týnd, at hetta hevur fingið nakrar jarðarmøður at reisa eina debat í Danmark, har tær siga frá, at tær ikki orka at síggja hesi livandi fostur verða tveitt í skrell í skolirúminum.

Menniskjan er jú skapt við eini samvitsku, sum ein ikki kann renna undan, uttan at tað fær fylgjur fyri eins lív.

Hvar er verjan, hvar eru eygleiðararnir, sum ansa eftir at lógin hesum viðvíkjandi verður fylgd til verju hjá hesum sakleysu fostrum? Ella er menniskjan komin so langt út, at tað er natúrligt at sláa í hel, um ein kennir seg darvaðan av teimum gerðum, sum ein sjálvur er orsøkin til. Hvar eru tey kristnu, sum skuldu verið tey fyrstu at blást í lúðurin.

Hvussu tað er her á landi veit eg ikki. Men eitt tal uppá 80 er komið mær fyri oyra, tað eru so fýra skúlaflokkar. Far tað ikki onkra peru at blinka hjá teim lóggevandi? Eg veit væl at Pro Vita roynir at verja, men teimum tørvar breiðan stuðul í landi okkara, um tað skal eydnast at verja tað ófødda barnið.

Okkum dámar væl at liggja í kjalarvørrinum hjá okkara grannum, men her er nakað at hugsa um hjá tykkum háttvirdu tingmonnum og tykkum, sum smíða lógirnar til tað fólk, sum skal búleikast her á klettunum. Her ræður um ikki at sova í tímanum, sum mangan verður tikið til.

Tann, sum trýr at týningarlegurnar hoyra fortíðini til, hann má tíverri trúgva umaftur, men vónandi sleppa vit undan at reisa minnisvarðar yvir tey, sum týnd verða sakleys á henda hátt.

Kosovo og sorgarleiðin millum serbar og albanar fáa vit nokk ikki gjørt nógv við, men her á landi kunnu vit gera alt, sum gerast kann fyri at verja lív. Heilsan við Sálm. 139, 15?16.

Gud signi mítt føðiland Føroyar.


  Malmberg D. Olsen

  490 Strendur