Tímdi ikki meira

Absalon Hansen visti ikki, um hann var keyptur ella seldur, tá hann stútt og støðugt fekk nýggja plasering av vita frá dómarunum

Boagskjóting

 

Morgunin sá annars heilt góður út hjá Absalon Hansen, sum fyrradagin hevði lagt seg á odda í kappingini í recurve. Ein lakur 50metur syrgdi tó fyri, at eni skjútti frá Menorca slapp framum, og eftir heta stríddist Absalon fyri at halda sær í heiðursmerkjarøðini. Eitt stríð, sum gav úrslit at enda, men sum tóktist vera til onga nýttu, tá dómararnir brádliga søgdu, at einki stig var at fáa. Ella eisini búru teir fram, at føroyingurin hevði vunnið kappingina.

Endin á tí heila varð tó, at Absalon vann bronsu sum einstaklingur og gull saman við liðnum. Men áðrenn tað var komið somikið langt, hevði hann tvær ferðir verið nevndur um vinnari. Fleiri ferðir varð sagt, at hann vann silvur, og onkra løtu fekk hann eisini at vita, at einki heiðursmerki var at vinna yvirhøvur.

- Hetta hevur ikki verið stuttligt. Tá vit skutu 30 meturin, fekk eg at vita, at gullið stóð ímillum meg og ein annan. Eg skeyt øgiliga væl á 30 metrum, og eg helt sjálvur, at nú var gullið heima. So gjørdist eg brádliga nummar fýra, tá onkrir skjúttar kærdu um úrslitið. Ein nýggj samanteljing gav mær aftur gull, men endin á tí heila varð so, at eg vann bronsuna, segði Absalon Hansen við Rás2, tá endaligu úrslitini vóru komin.

-Míni tøl samsvara nú við tað, sum eg havi skrásett, og so vóni eg bara, at tað heldur. Eg tími so ikki at gera meira við hetta, staðfesti Absalon Hansen, sum mest av øllum bara vildi fáa sítt heiðursmerki. Eitt heiðursmerki, sum hann var nøgdur við, hóast alt.

Og so kunnu vit skoyta uppí, at hetta er ikki fyrsta ferðin, at Absalon hevur mist heiðursmerki, sum hann annars helt seg hava vunnið.

Tá leikirnir vóru á Jersey í 1997, fekk Absalon at vita, at hann hevði skotið seg til gull. Hálvan tíma seinni varð hetta tó broytt til silvur. Og sum eitt lítið kuriosum kann so eisini nevnast, at skjúttin, sum ta ferðina vann gullið, í dag sat sum høvuðsdómari fyri kappingina.