Moralskar sannføringar goyma seg undir øllum samfelagskjaki, uttan at vit geva okkum stórvegis far um tað. Føroyskir politikarar hava ofta dugað væl at gjørt summi viðurskifti til ”etisk mál”, eitt nú spurningar um fosturtøku og samkyndarættindi, ímeðan onnur mál verða til ”politics as usual”. Men politikkur stingur nógv djúpri enn so. Politisk umboðan, rættarskipan, tilfeingislutan og skattaprosent eru øll tengd at grundleggjandi menniskja- og samfelagsfatanum. Spurningar um hvat tað góða samfelagið nú einaferð er, og um hvat menniskju í roynd og veru hava uppiborið.
Men hvussu avgera vit um okkurt er rangt ella rætt? Klassiska kjakið í heimsspekini snúði seg um nyttumoral vs. pliktmoral. Nyttumoralurin sigur, at tað sum er best fyri flest, eisini er tað rætta. Til dømis kann væl vera rætt at lúgva, um sannleikin er skaðiligur, og ger minni nyttu enn lygnin. Pliktmoralurin sigur tvørturímóti, at ávísar moralskar meginreglur altíð eru rættur, óheftar av umstøðunum.
Nú royna granskarar innan sálarfrøði og samfelagsfrøði at førka aldargamla kjakið víðari. Kann vísindin siga okkum nakað um moral og etikk? Eru vit útgjørd við einum moralskum kumpassi? Og mest av øllum: Hví eru vit so ósamd um rangt og rætt? Er talan kanska um eina ”smagsak”?
Ert tú til vinstru ella høgru?
Vit kenna øll politisku stereotypurnar: Høgrasinnað ganga inn fyri einum avmarkaðum vælferðarstati, siðbundnum familjuvirðum, avmarkaðari immigratión, trygd og harðari revsing fyri brotsverk. Og ofta dámar teimum ikki akademikarar, ið vilja seta spurnartekin við verandi samfelagsskipan. Tey lesa nógv heldur eina biografi um Mærsk McKinney Møller, enn nýggjasta samfelagskritikkin av meginlandinum. Vinstrahall rópa um sosialar kollveltingar, rættvíst býti av búskaparligum ágóðum, mannarættindi og kanska enntá djórarættindi. Alt hetta skurrar eitt sindur í oyrunum hjá teimum høgrasinnaðu.
Trupult er at fáa veruligan dialog í lag millum partarnar. Nei, veruleikin er sjálvandi ikki so einfaldur. Ein skal vera varðin við stereotypum. Tí fleiri kenna seg aftur onkrastaðni á miðjuni millum hesar stereotypur - og tó, okkurt er kanska um prátið.
Jonathan Haidt, professari í sálarfrøði á New York University í USA, hevur ment eina hypotesu um, hvussu allar moralskar sannføringar spretta úr nøkrum úrvaldum grundleggjandi menniskjasligum kenslum. Hansara boð uppá, hví vinstra og høgrasinnað hava so ymsar moralskar fatanir av samfelagnum, er, at tað er sera ymiskt hvussu sterkar hesar somu kenslur eru í hvørjum einstøkum føri. Kenslurnar eru viðføddar, og treytaðar at aldargomlu menniskjasligu evolutiónini, men sera ymiskt er hvussu stóran dent umhvørvið leggur á tær, meðan vit vaksa upp. Vit hava tí avmarkaða ávirkan á, hví okkum dámar betri summar moralskar sannføringar enn aðrar. Men hvørjar kenslur eru talan um?
Loyalitetur vs. opinleiki
Sambært granskingini hjá Jonathan Haidt, ið hevur samanborið spurnarkanningar frá eini ørgrynnu av londum, mentanum og politiskum skipanum, ber til at kóka allan moral niður til nakrar fáar kensluligar súlur – ið, sambært honum, allar aðrar moralskar sannføringar spretta frá. Og sum so nógvar aðrar hypotesur, grundar hann eisini sína hypotesu á menningarlæruna. Menniskjað er ment í ættarbólkum, undir heilt øðrum fortreytum enn tær vit kenna í dag og hiðani stava okkara moralsku kenslur eisini.
Millum hesar moralsku súlur eru, í fyrsta lagi: umsorgan fyri øðrum og illvilji ímóti teimum, ið gera øðrum skaða. Flest øll fólk eru samd um, at tað ikki er í lagi at likamliga skaða onnur uttan orsøk. Í øðrum lagi: rættvísis kensla, ynski um at fara við øðrum sum tey hava uppiborið og sjálvi at vera væl viðfarin. Í triðja lagi: bólkaloyalitetur, hetta er millum annað orsøkin til, at tað ber til at samla heil samfeløg at fara í kríggj – um tað eydnast at fáa tað at kenna seg sum ein bólk. Í fjórða lagi ”reinleiki”, hetta snýr seg um, at ein bólkur er samdur um, at summi ting eru skitin ella órein. Hetta er til dømis klassiskt innanfyri religiøsan moral.
Niðurstøðan úr spurnarkanningunum hjá Jonathan Haidt er, at tey ið síggja seg sjálvi sum meiri vinstrahøll, leggja størsta dentin á umsorganar- og rættvísiskensluna. Og samstundis sum tey, ið eru meiri høgrasinna, eisini taka undir við menniskjanligari umsorgan, leggja tey nógv størri dent á bólkaloyalitetin og reinleikapartin. Bólkaloyaliteturin er, sambært Haidt, frágreiðingin uppá, at teimum til dømis ikki dámar prátið um ov opnan immigratiónspolitikk ella linari revsing, tí tað ræður um at vera trúgvur mótvegis egnum myndugleikum og virðum.
Millum vinstrahall hava kanningarnar hjá Haidt ikki víst, at hesi leggja sama dent á bólkaloyalitet. Tvørturímóti eru vinstrahall ofta sera kritisk mótvegis øllum, ið verður grundað við loyaliteti, siðvenju ella myndugleikatrúgv. Vinstrahall hava ofta ment eina persónstypu, ið er meiri opin, spyrjandi og kritisk, ímeðan høgrasinnað av lyndi dáma betri skipað viðurskifti og siðvenjur, er hansara niðurstøða.
Jonathan Haidt hevur roynt at vátta sína hypotesu við at gera spurnarkanningar um ymisk viðurskifti. Eitt nú var spurt í einari kanning í fleiri londum, hvørt fólk heldur vildi hava ein hund, ið var loyalur, og ikki ov skjótur at gerast vinur við fremmand, ella ein hund, ið var opin ímóti fremmandum, og sum sá eigaran sum ein javnbjóðis vin. Úrslitið vísti greitt, at tey, ið mettu seg meiri høgrasinnað, heldur vildu hava hundin við sterkum loyalitetseyðkennum. Tey vinstrahallu vildu hava hundin, ið var teirra javnbjóðis vinur.
Ófrælsa samvitskan
Um niðurstøðan hjá Haidt er røtt, er eingin beinleiðis endaligur moralskur sannleiki. Allar omanfyrinevndu moralsku kenslur tæntu sín part í okkara evolutioneru søgu, til dømis var bæði neyðugt at hava skil og ordan í bólkinum, samstundis sum tað var neyðugt, at sýna hvørjum øðrum umsorgan. Hvør av hesum kenslum fáa størst rásarúm í hvørjum einstøkum, er helst nógv tengt at uppvøkstri og øllum øðrum sum myndar eina persónstypu. Pragmatiska niðurstøðan hjá Haidt er tí, at rúm er fyri báðum moral typum í modernaða samfelagnum.
Tó so lúra moralskir vandar altíð, til dømis kann náttúrliga loyalitetskenslan yvirfyri egnum bólki lættliga misnýtast, til at demonisera og útskilja aðrar ólíka bólkar. Politiskir leiðarar kunnu lættliga gera sær dælt av henni. Og søgan er full av dømum um hetta. Klassisku dømini er forfylgingin av øðrvísi hugsandi fólki, vegna teirra trúgv, seksualitet og politisku sannføring. Bólkaretorikkurin var eitt nú eisini sera sjónligur í samband við Irak kríggið, har heimurin var býttur upp í tey óndu og góðu.
Harnæst stendur greitt, at vit eru løtt at ávirka. Fleiri sosial sálarfrøðiligar kanningar hava staðfest, at ein stórur partur av okkara moralska kumpassi, er tengt at tí onnur halda. Klassiska dømi er trælahaldið. Fyri sløkum 200 árum síðani var vanligt at verja siðvenjuna. Spurningurin er, um vit sum í dag liva, høvdu verið nógv meiri kritisk, enn fólk tá á døgum vóru, livdu vit tá. Kanningarnar hava í stóran mun avdúkað, at so leingi myndugleikar omanfyri okkum siga, at okkurt er gott og rætt, gerst lætt at skumpa persónligu ábyrgdina víðari yvir á teir. Hetta er ein stór frágreiðing uppá, at til dømis torturur kann fara fram. Grundgevingin tá verður, at onkur omanfyri meg hevur givið mær boðini.