Í kvøld verður tónleikur í Sirkus borðreiddur við Lív & The Zoo.
Kvøldið byrjar klokkan 21.
Lív Næs leggur út við at syngja nøkur løg og aftaná koma vøkru damurnar úr djóragarðinum Jenny J. Kragesteen, Anna Maria Wrae og Maibritt H. Johansen at framføra saman við henni,
Í summar ferðaðust Lív & The Zoo runt í Føroyum og framførdu. Tey sum ikki fingu høvið at uppliva tær í summar hava nú møguleikan í Sirkus í kvøld niðri í vágsbotni.
Aftaná konsertina diskar Fnubri-Tarzan, eisini kendur sum Benjamin Petersen, restina av kvøldinum.