Felagið Føroysk Tónaskøld hava fingið nýggja heimasíðu. Ætlanin við heimasíðuni er at kunna um virksemið hjá føroyskum tónskøldum Tónskøldini hava hvør sín profil, og møguleiki er fyri, at hvør tónsmiður ger sín verklista. Tónleikarar og onnur áhuga fara eisini at kunna heinta nótar beinleiðis av heimasíðuni, sum finst á www.composers.fo.
Víst verður eisini til útgávur og innspælingar. Sagt verður, at kunning og tíðindi um størsta tónleikatiltak hjá FFT, tónleikafestivalin Summartónar 2009, eru at finna longu nú.
Heimasíðan er á enskum máli, tí hon í stóran mun vendir sær til ein útlendskar tónleikarar og feløg.