Tónleikabussur á ferð

Í eina tíð hava fólkini aftan fyri plátufelagið Tutl arbeitt við at fáa til vega ein tónleikabuss.

Nú er tað eydnast. Hesin skal nýtast til konsertferðir í Føroyum og uttanfyri landoddarnar. Longu mánakvøldið fór Shalder Geo við bussinum við Norrønu avstað.

Bólkurin hevur verið á ferð í Føroyum og hevur m.a. spælt í Klaksvík og á Tvøroyri.

Nú sær skráin soleiðis út: 19/4 Göteborg, Café Hängmattan, Musikens Hus (Svøríki) saman við Anders Hagberg og Lennart Kullgren.

22/4 Alfreds Kro, Kautokeino (Sámaland)

Su 23/4 Alfreds Kro, Kautokeino

24/4 Raahe (Finnland)

25/4 Joensuu

26/4 Helsinki

27/4 Tampere

28/4 Kuopio

29/4 Tallinn (Estland)

Su 30/4 Pärnu


Umframt tónasmiðin Kristian Blak, eru í Shalder Geo Mikael Blak, Høgni Klakstein og Heðin Ziska Davidsen, sum kemur upp í ferðalagið í Danmark.

Á konsertunum í Kautokeino, Joensuu og Helsinki verður Inga Juuso saman við bólkinum við joiki.

Shalder Geo leikar tað, ið verður rópt improvisasjónstónleikur. Hetta er yvir egin verk við einum veti av fólkatónleiki og fólkatónleikur. Grundarlagið er fløgan, ið bólkurin gav út.

Eisini leikar bólkurin annan tónleik eftir Kristian Blak, sum hevur verið virkin tónasmiður síðani sjeytiárini.

Tá bólkurin aftur hevur fast undir føti í Føroyum, eru fleiri spælingar á skránni í heimliga umhvørvinum.

T.d. saman við saxofonleikaranum John Tchicai, umframt at bólkurin fer at leika í Klæmintsgjógv.