Tónleikacafé skal seta ferð á menningina

Mentanarhúsið í Fuglafirði skipar leygarkvøldið fyri tónleikacafé. Hetta verður tað fyrsta av slíkum tiltøkum, sum verða afturvendandi næstu tíðina

Mentanarhúsið í Fuglafirði hevur hýst nógvum stórum og spennandi tónleikatiltøkum, síðani tað læt upp, men nýggi leiðarin í húsinum ætlar, at pláss eisini skal verða fyri minni og meira intimum tiltøkum í húsinum eisini.
Leygarkvøldið verður eitt tiltak, sum kanska kann koma undir hendan táttin. Tá verður nevniliga tónleikacafé í Mentanarhúsinum, og ymiskir tónleikarar fara at syngja og spæla sínar egnu sangir.
Fleiri slík tiltøk verða frameftir.
? Hetta verður gjørt, tí at hópin av dugnaligum tónleikarum sita kring alt landið og hava trupult við at fáa høvi at framføra sín tónleik fyri eini fjøld av tónleikaáhugaðum. Samstundus sakna tey mongu, ið hava stóran áhuga fyri tónleiki, júst hetta slagið av konsertum, sigur Sólarn Solmunde, leiðari fyri Mentanarhúsið.

Seta ferð á menning
Ætlanin við nýggja átakinum hjá Mentanarhúsinum er at geva fólki møguleikan at koma saman at hugna sær við góðum tónleiki. Og tónleikurin skal vera í miðdeplinum.
? Vit meta tað vera sera umráðandi at seta ferð á menningina av føroyskum tónleikarum, soleiðis at Føroyar í framtíðini kunnu hava gagn av tónleiki sum útflutningsvinna, og fleiri tónleikarar kunnu fylgja í fótasporunum hjá eitt nú Teitur, Eivør og Týr, ið eru við til at seta Føroyar á heimskortið, sigur Sólarn Solmunde.
Fyrsta tiltakið av hesum slagi verður leygarkvøldið frá klokkan 20. Opið verður líka til kl. 04.00 sunnunáttina.