Arbeiðsbólkurin í Suðuroyar Tónleikafelag, sum hevur fyrireikað Jóansøkufestivalin síðan 2005, fer ikki undir at fyrireika festival til jóansøkuna 2011. Hesum boðar felagið frá í tíðindaskrivi.
- Tónleikafelagið eggjar tí frískum avloysarum til at átaka sær uppgávuna - við stuðuli og allari hjálp frá gamla fyrireikingarbólkinum ? so vit aftur í ár fáa ein festival, sigur felagið.
- Tað er spennandi, men eisini eitt stórt og forpliktandi arbeiði, at fyrireika ein festival. Arbeiðið byrjar um heystið og heldur fram í vikur aftaná tiltakið. Ein felags grundgeving fyri avgerðina í arbeiðsbólkinum, um at blíva avloyst, er m.a. ?metaltræthed?, slit og fyrilit til familju.
- Suðuroyar Tónleikafelag ætlar tó ikki heilt at sleppa teymunum viðvíkjandi jóansøkuni. M.a. hava vit tikið stig til at endurstovna jóansøkunevndina og arbeiða við at ?nýhugsa? jóansøkuna, sum eitt felags projekt fyri allar borgarar, ítróttarfeløgini, tónleikafelagið og aðrir aktørar. Okkara útkast er blivið væl móttikið av feløgunum og Tvøroyrar kommunu. Ein virkin nývald jóansøkunevnd, har vit eisini eru við, er stovnað, og í ferð við at planleggja komandi jóansøku.
Eisini ætla vit at skipa fyri eini minni konsert og/ella einstøkum minni tónleikatiltøkum undir jóansøkuni- fegin í samstarvi við spælistøðini á Tvøroyri, sigur Suðuroyar Tónleikafelag í tíðindaskrivinum.