Tónleikahandil á planet.fo

Í dag er tónleikahandil latin upp á shop.planet.fo. Avtala er gjørd við danska felagið Basepoint Media, sum letur teknisku skipanina til handilin, um samstarv. Í handlinum er møguligt at taka niður (downloada) einstøk løg ella heilar útgávur. Tað eru á leið 3 milliónir løg í handlinum, og fleiri koma afturat hvørja viku.

 

- Vit hava roynt at fingið so nógvan føroyskan tónleik sum møguligt við í handilin. Vit hava havt gott samstarv við Tutl um hetta, og longu nú eru eini 300 føroyskar fløgur í tónleikahandlinum á planet.fo. Málið hjá okkum er at allur føroyskur tónleikur skal verða at fáa í okkara tónleikahandli, sigur Óli á Deild Olsen, leiðari á FT Online.

 

- Vit vóna at føroyingar, bæði her og uttanlands, fara at taka væl ímóti hesum tiltaki. Hetta er fyrstu ferð, at nakar er farin eftir miðvíst, at savna føroyskan tónleik til niðurtøku á internetinum, sigur Óli á Deild.

 

Eitt leinki er til handilin ovast á hesi síðuni til høgru sum eitur ?Shop?.