Leygardagin 16.september hittist føroyskur tónleikur í Tórsgøtu, tá Punkt verður hildið á triðja sinni, her kunnu tónleikarar, tónleikaídnaðurin og tónleikaáhugaði hitta sínar javnlíku.
Um dagin verður loppumarknaður við tónleikaútgerð og øðrum, ið hevur við tónleik at gera. Eisini framførslur, framsýningar og framløgur at síggja.
Um kvøldið verður veitsla fyri tónleikarar. Veitslan er ókeypis einans fyri tónleikarar, og tilmelding til veitsluna kann gerast her. Sjálvandi er avmarkað atgongd.
Tiltakið er fyri tónleikarar og tónleikaáhugaði, og tað eru tónleikarar og tónleikaáhugaði, ið skulu geva tiltakinum innihald. Hevur ein eitt LP savn, ið ein vil av við, ella hevur ein autografina hjá Ian Gillan frá vitjanini í 1992, ella G-strongin hjá gimpinum frá Prix Føroyar finaluni í 2001, ella kanska eitt av babyhøvdunum hjá Byrta. Ella vil ein av við wow pedal ella Marshall forsterkara, ella vísa fram savn av gomlum pallpassum,
Nú er møguleiki, at koma við tínum tingum, og høvið hjá øðrum at koma við sínum forvitni ella keypihugi, verður sagt í tíðindaskrivi.
Ynskir tú at sýna okkurt fram ella selja okkurt kanst tú melda teg til her. Til ber at hava egið borð, ið man umsitur sjálvur, ella kanst tú fáa tínar lutir á felagsborðið
Punkt verður frá kl. 14-17 leygardagin 16. september, síðan verður ruddað av til veitsluna, ið byrjar kl 20.
Koda stuðlar tiltakinum.