Vit hava fingið yvirlitið yvir tey 27, sum hava fingið starvsløn frá Mentanargrunni Landsins hesaferð. 24 listafólk og rithøvundar fáa í alt 70 mánaðir at arbeiða í frá Mentanargrunni Landsins í ár.
Tey trý, sum fingu mest í starvsløn frá mentanargrunninum, vóru Marjun Syderbø Kjelnæs, rithøvundur, 3 ár, Jóhannus á Rógvu Joensen, tónleikari, 6 mánaðir og Jens L. Thomsen, tónleikari, 6 mánaðir.
Tilsamans vórðu latnar 94 mánaðarlønir fyri slakar 2,2 milliónir til týðingar og listaligt og mentanarligt arbeiði.
Í tíðindaskrivi sigur grunnurin, at 72 umsøkjarar søktu um starvsløn fyri umleið 28 milliónir krónur, og av teimum vóru 27 umsóknir játtaðar.
Ongin íverksetanarstudningur varð latin í ár.
Starvslønin svarar til eina lærararaløn um mánaðin.
Marjun Syderbø Kjelnæs 3 ár
Jens L. Thomsen 6 mánaðir
Jóhannus á Rógvu Joensen 6 mánaðir
Marianna Hoydal 4 mánaðir
Marianne Clausen 4 mánaðir
Hans Egholm 3 mánaðir
Helle T. Johansen 3 mánaðir
Inger Smærup Sørensen 3 mánaðir
Jústinus Leivsson Eidesgaard 3 mánaðir
Súsanna Tórgarð 3 mánaðir
Anna Kristin Bæk 2 mánaðir
Astrid MacDonald 2 mánaðir
Hugin Eide 2 mánaðir
Kirsten Brix 2 mánaðir
Ole Wich 2 mánaðir
Tóroddur Poulsen 2 mánaðir
Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð 1 mánaður
Elin Henriksen 1 mánaður
Guðrið Hansdóttir 1 mánaður
Jóhan Martin Christiansen 1 mánaður
Jóhan Mortensen 1 mánaður
Lena Anderssen 1 mánaður
Magnus Johannessen 1 mánaður
Niclas Johannesen 1 mánaður
Oddfríður Marni Rasmussen 1 mánaður
Sólrun Mohr 1 mánaður
Terji Rasmussen 1 mánaður