-Tónleikararnir skulu helst liva fyri X-Factor, og kunnu gott verða hálv autistiskir, sigur Thomas Blachman, sum er ein av dómarunum í X-Factor. Nú styttist av álvara til X-Factor Live-showini hjá DR, og tað eru bert fimm luttakarar frá hvørjari kategori, sum sleppa víðari til stóru LIVE-showini.
Thomas Blachman er ikki í iva. Hann heldur, at fleiri góðir sangarar hava víst seg í sendingini, men tá ið avgerandi løtan kemur, er tað týdningarmikið at hava hjartað við.
-Tað er týdningarmikið, at fólk liva fyri tónleiki. Altso fólk, sum næstan eru hálv autistisk, sum liva og anda fyri tónleikinum. Tey eru har, tí tey vilja, og royna ikki bert at undirhalda við onkrum. Tey spilla ikki mína tíð við óneyðugum tvætli, sigur Blachman við heimasíðuna hjá DR.
Blachman sigur við heimasíðuna hjá DR, at hann heldur fleiri sangarar hava stóra og vakra rødd, og at tónlistarliga eru fleiri væl fyri. Tó ger hann greitt, at tað liggur ein stór avbjóðing fyri framman hjá teimum, sum sleppa víðari til LIVE-showini.