Tónleikur í Havnar kirkju

Um vikuskiftið vera tvey tónleikatiltøk Havnar kirkju.

Um vikuskiftið vera tvey tónleikatiltøk Havnar kirkju.

 

 

Fríggjakvøldið kl. 19 fara Niels Midjord og Eilin Hansen at framføra bíbliusøgu- og katekismusvísur av norska prestinun Peter Dass.

 

 

Niels Midjord og Eilin Hansen eru í holt við fløguútgávu  við hesum sangum og fara á konsertferð til Noregis. Nú verður høvi at hoyra tónleikin í Havnar kirkju.

 

 

 

Leygardagin kl. 11.30 verður matiné við danska urguleikaranum Povl Christian

Kl. 10.30 fer Povl at hava eina introduktión til matinéskránnaí Kirkjustovu.

Aftan á matinéina kunnu øll áhuga koma upp á loftið í kirkjuni og  fáa høvi til at síggja nýggju registreringsskipanina, sum er sett í orglið í dómkirkjuni. Skipanin kallast "setzer" og ger, at urguleikarin sjálvur kann skifta registrering, og harvið broyta urguklangin, meðan hann spælir.