Fríggjakvøldið 27. september skipa lesandi á Fróðskaparsetri Føroya á námsvísindadeildini fyri serligum ungdómstiltaki: Skeg, festligt, rúsfrítt ungdóms- og tónleikakvøld.
Endamálið við tiltakinum er at bjóða ungdóminum til eitt tiltak, har tónleikur, hugni, fjas, prát og talkshow eru partur av kvøldi, har tey ungu hittast og eru saman, og at tiltakið ella tónleikurin er rúsurin og ikki rúsevnir.
Fyriskipararnir, ið lesa námsfrøði á setrinum, hava í eina tíð arbeitt við hesum tiltakinum. og nú er klárt.
Vit hava í summar hoyrt um trupuleikarnar við, at ungdómur úr 13 ára aldri hevur rúsað seg í sambandi við festivalarnar, og við hesum tiltakinum vilja vit royna at bjóða ungdóminum til eitt tiltak, har tey minnast hvat fór fram, har tey kunnu skapa vinarlag og stuttleika sær, umframt at møguleiki eisini verður at vinna ymiskar vinningar, tí kappingar eru eisini skipaðar gjøgnum kvøldið.
Tiltakið verður í café'ini á Frælsinum, har pallur er gjørdur, og sera hugnaliga café'in gerst karmur um tónleik, spøl, kappingar, tónleik, bæði frá bólkinum Fahrenheit og fløguaktuella Anton Liljedahl við bólki.
Tiltakið byrjar kl 19.00 og heldur á til umleið 01.00 og er tað ókeypis, og ber til at keypa sær okkurt til matna og at drekka frá teimum dugnaligu fólkunum úr Smyrjibreyðssmáttuni, sum gera matarskránna sera ungdómsvinarliga.