Meira norðurlendskt public-service sjónvarp, minni God Channel og einki VH1.
Tað verða broytingarnar, sum Televarpið fer at gera frá fyrsta degnum í apríl.
Televarpið hevur í eina tíð roynt at fingið meira norðurlendska sjónvarp í sítt útboð, og í fjør eydnaðist tað at fáa DR1 og DR2 umborð, og frá 1. apríl kunnu brúkarar av Televarpinum síggja norska NRK.
? Hetta er enn ein liður í at tryggja føroyingum dygdargott norðurlendskt sjónvarp og samstundis menna norðurlendska public service-rásúrvalið hjá Televarpinum, sigur Laila Hentze, stjóri á Televarpinum.
Tónleikarás rýkur
Men hvørja ferð ein nýggj rás skal við í útboðið hjá Televarpinum, má onkur onnur rás víkja, tí plássið á sendinetinum er avmarkað.
? Vit brúka Gallup-kanning sum grundarlag undir valinum av rásum. Tá ið vit mugu taka onkra rás burturúr velja vit tí minst populeru rásina, sigur Laila Hentze.
Og tann minst populera rásin, nú NRK skal inn í hitan, er tónleikarásin VH1, sum hevur ein nakað eldri málbólk enn ungdómsrásin MTV.
Gud verður fluttur
Samstundis verður ein broyting gjørd afturat, tí tøkniliga skal Danmarks Radio hava meira pláss til sínar tvær rásir, og tí mugu tvær aðrar rásir á Televarpinum leggjast saman. Frá 1. apríl verður God Channel tí at síggja á Rás 1 ein part av døgninum.
? Í fyrstu syftu verður tað helst soleiðis, at Rás 1 sendir um dagin, meðan God Channel sendir um kvøldið og um náttina. Men God Channel fer helst eisini at fáa ein blokk mitt á degnum eisini, sigur Laila Hentze.
Breitt úrval hóast broytingar
Stjórin á Televarpinum roknar ikki við, at tað verða fleiri broytingar í úrvalinum av rásum næstu tíðina. Eftir at DR1 og DR2 og nú NRK eru komin við í úrvalið, er norðurlendski parturin styrktur munandi.
? Vit halda okkum hava eitt gott og breitt úrval av rásum. Vit kunnu bjóða norðurlendskt public-service sjónvarp, rásir hjá Viasast og Canal+ og føroyska sjónvarpið. Hetta er ein serstakur pakki, sum eingin annar kann bjóða, sigur Laila Hentze.
Fleiri enn 4000 kassar hjá Televarpinum eru úti millum fólk, og talið á kundum veksur støðugt. Í næstum koma Hvalvík og Streymnes upp í sendinetið og nakað seinni fær Kvívík eisini Televarpið.
Við hesari útbyggingini røkkur Televarpið uml. 75 % av føroysku húsarhaldunum.