Tónleikur og upplestur á »Gamla meiarínum«

..

Sunnudagin seinnapart var framførsla í hølunum hjá Grímu á Gamla meiarínum. Tónleikararnir Stamen Stanchev, klaver, Nikolas Kapnas, violin, og Jens Christian Guttesen, cello, spældu Klavertrio D-dur nr. 6 eftir Franz Josef Haydn og Klavertrio, opus 3 nr. 1 í C-moll eftir Ludwig van Beethoven. Sjónleikararnir Birita Mohr og Súsanna Tórgarð lósu yrkingar eftir Friedrich Schiller og Johann Wolfgang von Goethe í týðing eftir Janus Djurhuus og Christian Matras.

Tú skalt sanniliga spenna teg út, um tú skalt fylgja við í Havn. Fríggjakvøldið í Norðurlandahúsinum til stórfingna frumframførslu av fyrstu føroysku symfoniini, sum Sunleif Rasmussen hevur skrivað, og sunnudagin í ?Meiarínum? til eina intima kamarframførslu, um til ber at siga soleiðis, við væl fyrireikaðum og sera dugnaligum listafólkum. Tað er ikki eiti á.

Tað tónlistarliga eri eg ikki før fyri at gera viðmerkingar til, tað fara onnur, kønari fólk at greiða okkum frá. Men mín uppliving av tí lítlu konsertini á Meiarínum var, at eg akkurát tað sama kundi sitið í onkrum konsertsali úti í stóru verð. Tað var hugtakandi.

Yrkjararnir Goethe og Schiller vóru samtíðarmenn við Haydn og Beethoven, kanska var tað tí, teir vórðu valdir til upplestur. At lesa yrkingar upp er eitt sera torført kynstur, og Birita og Súsanna høvdu ikki nakra lætta uppgávu við hesum tekstunum. Tær vóru væl fyrireikaðar og kláraðu samanumtikið uppgávuna væl. ?Thekla kvøður? (Schiller) er ein eitt sindur tungur biti, og týðingin eftir Janus Djurhuus virkaði knortlut, tá ið hon var lisin upp. Tað var ikki sjónleikarans ábyrgd. Tá fall ?Nánd unnustunar? (Goethe), sum Chr. Matras hevur týtt ólíka lættari.

?Álvakongur? (Goethe) í fínari týðing eftir Janus Djurhuus er ein perla. Birita og Súsanna lósu hana upp sum dialog, Súsanna las reglurnar hjá dronginum og pápanum, Birita tær hjá álvakonginum og álvadøtrunum. Eftir mínum tykki kom tað demoniska, hóttandi huglagið ikki nóg væl fram, men eg skal viðganga, at eg kanska havi ringt við at meta rættvíst, tí eg eri so hugtikin av tolkingini hjá Dietrich Fischer-Diskau. Tá ið hann syngur lagið eftir Schubert til yrkingina, rennur tað mær kalt niður eftir bakinum, hóast eg havi hoyrt ta framførsluna mangar ferðir. Pianisturin Jóhannes Andreasen og tenorsangarin Ernst Dalsgarð framførdu hesa útgávu í einari av sjónvarpssendingunum ?Kanska um hundrað ár?, sum Hanus Andreassen gjørdi um Janus Djurhuus í 1989. Bæði klaverspælið og sangurin eru sera krevjandi, men hóast teir báðir vóru nakað nógv yngri og ikki høvdu so nógvar royndir enn, sluppu teir ótrúliga væl frá tí.

Best dámdi mær ?Náttarfrið? (Über allen Gipfeln ist Ruh?) eftir Goethe í týðing eftir Janus Djurhuus. Birita og Súsanna lósu hana upp tvíraddaða, tað virkaði nakað sum at hoyra duett millum sopran og alt. Yrkingin kom upp á tann mátan at virka fleirdimensionell, framførslan gav eitt slag av ekkóeffekti, sum hóskar væl til innihaldið.

Samanumtikið var hetta ein rík løta. Takk skulu tit hava, sum skipa fyri.


Kirsten Brix