Tónleikur út í eina tóma høll

Ummæli:Úr øllum ríkinum vóru tónleikarar komnir niðan á Háls at spæla. Tað vóru eisini tríggjar ógvuliga ymiskar framførslur. Tónleikurin var góður, men tiltakið misti nógv av sínum virði orsaka av fyriskipanini


 

Tann stóra ungdómskonsertin á tí stóru stevnuni. Henda sama konsert var tilboðið til tey ungu. Til tey ungu, sum ikki vanliga hava nógv tilboð at velja ímillum. Hetta kvøldið skuldi Føroya ungdómur fáa eina smakkiroynd av nøkrum forkunnugum og nøkrum kendum, men samstundis góðum.

 

Tað var eisini gjørt nógv arbeiði frammanundan konsertini, so tað skuldi ligið ræðið fyri, at fingið nógv fólk niðan á Háls.

 

Talan var nú einaferð um eitt mikukvøld í Føroyum, og tað er kanska heldur ikki tað kvøldið, sum fólk flest leita sær út, og tað varð prógvað bæði væl og virðiliga hetta mikukvøldið.

 

Á skránni vóru tríggir bólkar, sum saman geva eina mynd av tónleikinum í øllum kantum og endum av ríkinum.

 

Ein væl útgjørdur pallur bíðaði teimum. Tekniski støði var frálíka gott, og tiltakið tóktist, í høllini, væl fyrireika í allar mátar.

 

Sjónvarpsverturin, Tórun Ellingsgaard, stóð fyri at frásøgnini, og ein fyri og annar eftir gingu framførslurnar fram fyri áhoyrarnar, sum vóru møttir upp. Tónlistarliga var talan um eitt gott kvøld.

 

 

 

Grønlendskur rokkur

 

Úr norðastu pørtunum av dana ríki kom Chilly Friday. Hesin bólkurin er at meta sum tann heilt stóri bólkurin í Grønlandi. Hann er at meta sum tað grønlendska svarið uppá Clickhaze ella kanska eru teir tað grøndlendska svarið uppá Erann DD.

 

Bólkurin kom á pallin, men tað er ógvuliga synd at siga, at tað var nøkur stórfingin móttøka, hóast teir fáu áhoyrarnir, sum vóru møttir upp, gjørdu tað, sum tey vóru ment, fyri at kveikja eitt sindur av lívi í tómu høllini, og bólkurin fekk eisini hollan stuðul eftir sangirnar frá teimum, ið lýddu á.

 

Bólkurin spælir harðan rokk, sum var ógvuliga væl gjøgnumførdur. Stílurin hjá teimum minnir eitt sindur um onkran føroyskan bólk, men teir eru týðuliga merktir av amerikonskum tónleiki. Pearl Jam er kanska tann bólkurin, sum stílurin hjá grønlendingunum liggur tættast uppímóti. Talan er um harðan rokk, ið setur liv aftur í toftirnar í Seattle.

 

Bólkurin spældi bæði á enskum og á grønlendskum, og var tað ikki tann stóri munurin á teimum ensku og grønlendsku løgunum. Talan var um rokkløg, sum ikki tann nógvi og stóri munurin var á. Síðsti lagi, sum teir spældi, søgdur teir vera eitt stórt hit í Grønlandi, men annars var torført at hoyra nakað beinleiðis hit millum løgini hjá Chilly Friday.

 

Tað var ein framførsla, har ein gjøgnumførdur stílur var, og bólkurin útsrálaði eisini eina spæligleði. Hóast tú kansk kundi ynskt eitt sindur fjøllbroyttari løg, so ber tað í veruleikanum ikki til at seta nakran fingur á spæli hjá bólkinum, og áhoyrarnir fingu eitt smakk grønlendskum rokki.

 

Tað verður tó fyrst og fremst tann lítli skarin av áhoyrarum, sum verður tikin fram í sambandi við framførsluna hjá grønlendska. Tað er synd fyri henda bólk, at tað skuldi vera soleiðis við áhoyrarunum. Tað spældu so at siga út í eina tóma høll. Framførslan eigur fyrst og fremst at vera samband millum bólk og áhoyrarnar, men vánaliga luttøka mikukvøldið gjørdi, at Chilly Friday spældi út í eina tóma høll, og hetta er nakað, sum merkist í einari høll sum hesari.

 

 

 

Upprunaligt føroyskt

 

Prix Føroyar vinnararnir verða sagt hvørja ferð Clickhaze skal á pallin, og tey vóru eisini tað føroyska innslagið, tá rikið fann saman mikukvøldið.

 

Bólkurin hevur síðani sigurin í Norðurlandahúsinum verið flaggskipi í føroysku tónleikaverðini, og tað skerst heldur ikki burtur, at Clickhaze veruliga hevur fingið fótin fastan í Føroyum.

 

Tað er kanska heldur ikki meira enn rímiliga, at Clickhaze sleppur upp á pallin til eina sovorðna konsert. Grønlendingur góvu okkum nakað av teirra besta tónleiki, og svarað var aftur við Clickhaze.

 

Tað skal eisini sigast, at tá Clickhaze fór á pallin vóru munandi fleiri fólk komin inn í høllina, og fleiri av teimum vóru eisini farin út á gólvið.

 

Tann eyðkendi og eisini upprunaligi stílurin hjá bólkinum kom veruliga til sjónda hetta kvøldið. Bólkurin tykist veruliga at vera væl samanspældur, og bólkurin tykist samstundis eisini at halda áfram við tí, sum einamest gjørdi útslag á finaluni í Prix Føroyum.

 

Eivør Pálsdóttir steið fram sum tann stóri frontfigururin hjá bólkinum, og tað var eisini so at siga rundanum hana, at tað nógva av framførsluni varð bydg á.

 

Tónleikararnir vístu allir framúr gott spæl, og staðfestur teir teirra støðu, og spurningurin er kanska meira, hvat hitt næsta stigið verður.

 

Framførslan bjóðaði eitt sindur av hvørjum. Nýggja lagið Daylight riggaði frálíka væl. Áhoyrarnir fingu eisini høvi at hoyra eitt sindur av eldri tilfari, tá endað var við lagið, har Kingo eigur orðini.

 

Høllin hevði, sum áður nevnt, fingið fleiri vitjandi, og hetta hjálpti óivað eisini bólkinum at geva eina framførsla, sum ikki kann sigast annað um, enn at hon var brakandi góð.

 

Bólkurin útstrálaði eina rúgvu av energi, uttan at tey gjørdu tey nógvu og stóru armsveiggini. Tá framførslan var uppá sítt besta, so var tað mestir sum um, at tónleikurin fór at sveima, og upplivingin gjørdist nakað serligt.

 

Clickhaze dyrkar teirra egna, og tað er eisini nakað, sum føroyingar hava tikið til sín. Framførslan mikukvøldið gav okkum at dømi um, hvat tey kunna, og spurningurin er so, hvat tað næsta stigið verður. Enn er eitt sindur eftir, um hugsað verður um altjóða gjøgnumbrot, men tað skerst ikki burtur, at í Føroyum hetta kvøldið var bólkurin nakað egið fyri okkum.

 

 

 

Stóri Erann

 

Níggju fólk koma á pallin. Hesi vóru øll partar av bólkinum hjá Erann DD. Hann hevur seinastu tíðina notið gott av áhuganum hjá dønum, og eftir hvat skilst, so er áhugin eisini til staðar uttanfyri ríkið.

 

Áðrenn farið verður so langt, so skuldi ein partur av danska kongaríkinum hava ein smakkiroynd av tí, ið Erann og hansara fólk hava at bjóða uppá.

 

Talan var um eitt stórt show í ein enda í annan. Uttan at taka nakran frá nøkrum av hinum bólkunum, so var hetta nógv tað størsta og litríkasta framførslan hetta kvøldið. Tveir trummusláarar og tríggir kórsangar vóru partar av manningini hjá bólkinum.

 

Talan var um ein sangara og bólk, sum visti, hvat tað merkir at kveikja lív í eina fjøld. Tað vóru eisini komin fleiri fólk niðan, men talið var framvegis lutfalsliga lítið. Hetta steðgaði tó heldur ikki Erann, og hansara upptraðkan kveikti lív í tær fáu áhoyrarnar á gólvinum, og tey legðist skjótt meira afturat.

 

Lagið ?Still believing?, ið er at meta sum eitt hitt kendasta lagið hjá honum í løtuni, varð longu spælt sum tað næsta lagið. Hetta setti eitt sindur av lívi í, og størsta partin av restini av framførsluni spældi hann løg, sum kanska ikki so nógvir áhoyrarar kendu, men talan var um eitt stórfingið show, har fjøldin fekk at kenna, hvussu eitt stórt show eisini kann gerast. Talan var eina blanding av funk, soul og pop, men tað var fyrst og fremst eitt show, sum veruliga vildi nakað.

 

Sjálvur segði Erann eftir konsertina, at hann var væl nøgdur, og føroyska áhoyrarafjøldin var lívlig, og tað eisini nakað um tað.

 

James Olsen hevur einaferð sagt við Erann, at tað er eitt sindur av Føroyum í honum. Um tað var hetta ella okkurt annað, sum var í Erann hetta kvøldið er ikki gott at vita, men í øllum førum gjørdist ein áhoyrari so mikið skotin í Erann, at hon bað um at vakna upp saman við honum. Erann dugdi væl at taka løgnu umbønina, og er hetta eisini nakað sum eyðkennir ein sovorðnan sum hann.

 

Tónlistarliga var talan um stórsliga spæl. Serliga gittarspælarin hjá Erann DD vísti til tíðir framúr gott spæl, sum veruliga var í høgum støði.

 

Samanumtikið var framførslan hjá Erann DD eitt show, sum hóskaði seg til syndarliga lítlu áhoyrarafjøldina, og vit fingu eisini at síggja nakað av tí, sum skal, um tú ynskir at sláa ígjøgnum í størru pørtunum av ríkinum og restina av heiminum.

 

 

 

 

 

Tað tóma

 

Ein góð tónlistarlig konsert var á Hálsi mikukvøldið. Bólkar úr ymisku pørtunum av ríkinum funnu saman, og hetta var eisini eitt góð konsert. Trý stór nøvn spældu hvør í sínum lagi væl. Soleiðis, at tiltakið mikukvøldið telist millum tey í tí betra endanum.

 

Tað er tó heldur ikki einans nakrir góðir bólkar, sum skulu til. Framførslur sum hesar skulu vera ein uppliving, og tað skal eisini eitt sindur av góðari fyriskipan til. Fyriskipanin í sjálvari høllini var av besta slag, men at leggja eina sovorðna konsert eitt mikukvøld kann so avgjørt verða sett spurnartekin við. Tað er gott at skipað verður fyri einari tílíkari konsert, men hetta krevur nú einaferð meira enn eitt mikukvøld kl. 20.

 

Hetta var fyri tað nógva ein konsert, sum nógv gjørt burturúr áðrenn, og konsertpakkin var eisini pakkaður inn í flott pappír, men hetta var ikki tað rætta tíðin at leggja undir træið. Hetta má betrast, um sleppast skal undan framførslum út í tóman heim.