Tónleikurin eigur enn innivist í Margarinfabrikkini

Loftið á Margarinfabrikkini er við eitt vegamót. Fyrrverandi leiðarin, Karl Anton Klein, legði árarnar inn herfyri, og hetta merkti sjálvsagt, at onkur annar mátti taka við starvinum sum leiðari í Margarinfabrikkini.

Venjingarhøli
Í nógv ár hevur ovasta hæddin á Margarinfabrikkini verið nýtt til venjingarhølir hjá tónleikabólkum í Havnini. Margarinfabrikkin hevur havt ein ómetaligan stóran týdning fyri ungdómin í Havnini. Miðhæddin hevur verið nýtt sum ungdómshús, og ovara hæddin hevur verið nýtt til venjingarhøli til tónleikabólkar og til undirvísing í tónleiki.

Vegamót
Dagligi leiðarin og eldsálin Karl Anton Klein hevur staðið fyri staðnum, og hevur verið ímyndin av loftinum á Margarinfabrikkini. Hann gjørdi eitt stórt arbeiði fyri ungdómin sum ferðaðist í Margarinfabrikkini, og hevur verið ein hollur stuðul hjá mongum tónleikabólki.
Nú er Karl Anton Farin, og nógv vóru tey, sum stúrdu fyri, at við hesum fór Margarinfabrikkin ikki longur at hýsa tónleikabólkum. Karl Anton Klein hevði eitt felag, sum varð rópt ART (Áhugafelag Rokk tónleika), og hetta felag leigaði loftið í Margarinfabrikkini frá Býráðnum. Men tá ið Karl Anton fór, fór felagið ART eisini við honum. Tískil vóru tað nøkur ið vóru bangin fyri, at tónleikabólkar ikki longur fingu innivist á loftinum í Margarinfabrikkini.

Býráðið kemur aftur í myndina
Men maður kemur í mans stað. Bogi Andreasen er maðurin sum skal taka yvir í Margarinfabrikkini. Hann er frammanundan dagligur leiðari í Virkishúsinum fyri børn og ung, sum heldur til í miðhæddini í Margarinufabrikkini. Afturat sær hevur hann fingið Sámal Rasmussen at hjálpa sær. Sámal er ein sjónligur figurur í tónleikalívinum í Havnini. Umframt at verða umboðsmaður hjá popp/rokkbólkinum Lama Sea, so brennir hann fyri at menna tað kreativa, tónlistarliga umhvørvi í Havnini.
Men hvussu fer tað at merkjast, at Bogi Andreasen fer at hava báðar hæddirnar um hendi?
-Eg fari ongantíð at undirmeta týdningin av venjingarhølunum í Margarinfabrikkini. Vit hava sæð hvussu tónleikurin hevur blómað í Margarinfabrikkini, og vit vilja framhaldandi hava Margarinfabrikkina at vera eitt kreativt miðpunkt í Havn. Tá ið Prix Føroyar hevur verið, hava vit sæð hvussu nógvur góður tónleikur hevur verið skaptur á Margarinfakrikkini, og vit vilja sjálvandi halda áfram at geva tónleikabólkunum so góðar sømdir sum til ber, sigur Bogi.

Ikki kollveltandi broytingar
-Vit fara at leggja okkum eftir, at reka Margarinfabrikkina í tí anda, sum hon varð rikin eftir áðrenn eg kom til. Sostatt verða tað ikki tær stóru broytingarnar við lívinum í Margarinfabrikkuni. Tónleikabólkar sum venja har, sleppa at halda áfram at venja har.
-Hin vegin, so fara vit at royna at leggja alt í eina fastari legu. Vit hava gjørt sáttmálar við bólkarnar, sum greitt lýsir teirra skildir og rættindir. Eisini vilja vit royna at gera tað eitt sindur meiri hugnaligt har niðri. Vit hava sett okkum fyri, at hava nakrar sofur og eitt sofaborð soleiðis at tónleikarirnir kunnu savnast um ein kaffimunn av og á. Sostatt kunnu tónleikarirnir koma hvørjum meira við.

Amatør pallur
Í framtíðini verður tættari samstarv millum hæddirnar báðar. Í miðhæddini er ein pallur og útgerð sum saktans kann hýsa konsertum. Hetta ætla Bogi og hansara hjálparmaður Sámal at gera sær dælt av.
-Vit ætla at hava eitt tættari samband millum hæddirnar. Og tískil er tað upplagt at vit lata bólkarnar sleppa at spæla konsertir í miðhæddini. Tónleikarar vísa ofta á, at tørvur er á spælistøðum í Havnini. Men við hesum pallinum, kunnu vit loyva bólkum at spæla konsertir í góðum umstøðum. Sostatt kann miðhæddin eisini nýtast sum ein amatør pallur, fyri bólkarnar sum halda til í Margarinfabrikkini.
Sámal Rasmussen tekur sær av skipa fyri konsertum í Margarinfabrikkini, umframt at virka sum samskipari av hølunum.

Útboðið er ikki í trá við eftirspurningin
Tá ið eg spyrji Boga um, útboðið av venjingarhølum er í trá við eftirspurningin, er hann skjótur at svara.
-Útboðið er alt ov lítið. Vit hava slettis ikki nóg nógv hølir tøk, og hetta harmast vit um. Hetta er nakað vit mugu taka upp við Býráðið í framtíðini. Men sum nú er, so er tað eitt kø-system sum koyrir. Vit fara at gera ein lista, sum bólkar kunnu skriva seg uppá. Tá ið ein bólkur so sigur sítt venjingarhøli frá sær, kann ein annar koma inn. Tá verður tað tann bólkurin sum stendur ovast á listanum sum sleppur framat. Um onkur hevur spurningar hesum viðvíkjandi, so kann viðkomandi seta seg í samband við meg á bogi@torshavn.fo. Við tað, at bólkar venda sær til okkara, og vísa á sín tørv, kunnu vit staðfesta tann veruliga tørvin yvirfyri teimum røttu myndugleikunum, sigur Bogi at enda.