Tónleikurin fylti hjørtuni

Tónleikurin frá Ablaze, No Refund, Forgery, Crawling Blue, Side Effect, Brandur Enni, Teitur, Eyðun Nolsøe og John Lawton v/Deiggj fylti hjarta á mongum, mitt í hjartanum á Tvøroyri á økinum har útihandilin hjá konguliga einahandlinum kom í 1836.

Frásøgn


Veðrið var frálíkt festivalveður, turt og lýtt. Spell var tó fyri teir fyrstu bólkarnar, at ikki fleiri áhoyrarar vóru. Økið fyltist ikki fyrr enn teir síðstu tímarnar, ivaleyst tí fleiri tiltøk vóru samstundis. Sosialurin spurdi nógv fólk, hvat tey hildi um Jóansøkufestivalin og áhoyrararnar tykjast eftir øllum at døma, at vera sera væl nøgdur við tiltakið.

Jákup Magnussen var frásøgumaður og Pauli Einarsson frá Tvøroyra býráð setti Jóansøkufestivalin


Lokal byrjan

kl. 18.15. Teir tríggir fyrstu bólkarnar, ið allir vóru úr Suðuroynni, høvdu bara 15 minuttir í part.

Ablaze var fyrsti bólkurin á Jóansøkufestivalinum og legði fyri við egnum løgum. Bólkurin er av Tvøroyri og byrjaði í august 2006. Sólfríð Bech, ið hevur sungi til ársins songrødd og líknandi tiltøk, er sangari hjá Ablaze. Tey spæla alt fra hørðum rocki til bleytan rock og eru íblást av Audio Slave. Ablaze hava annars spælt til dans og hava hita upp fyri Týr.

No Refund spældi aftaná. Bólkurin ger eisini síni egnu løg og Herman Christiansen og Sigmund Strøm hava skrivað tekstirnir. No Refund hava spælt saman í tvey ár. Sunrid Kærbech er sangari og kom við í bólkin fyrr í ár. No Refound eru íblást av ymiskum, alt frá metal og yvir til popp rock.

- Tað er keðiligt, at tiltøkini á Jóansøku ikki eru betur samskipaði, tí tað sigur seg sjálvt, at tá fótbólturin liggur samstundis, sum vit koma á pallin, so er áskoðarafjøldin hareftir. Tað er ikki rætt, tað átti at verið øðrvísi, sigur Sigmund Strøm”.

Síðan kom Forgery á pall. Teir spæla eisini egin løg. Bólkurin byrjaði fyri tveimum árum síðani, men hevur eini fýra ára frammanundan spælt saman sum Pikatchu. Teir hava spælt mest til dans. Teir vóru til Global Battle Of The Bands, sum teir hildu vera spennandi tiltak.

- Men sjálvandi komu vit ikki víðari í Fuglafirði, har 50 % av atkvøðunum komu frá áskoðarunum, sigur Jens Arni Leo, sangari í Forgery.


Ring uppmøting, góður stemningur

Crawling Blue fór síðan á pallin. Hvat er at siga um Crawling Blue. Teir eru altíð góðir. Tað er ikki nógv annað at siga. Góð konsert, góður stemningur, men alt ov fá fólk. Hetta var ikki nógv frægari tá Side Effect um kl. 20 fór á pallin. Fá fólk vóru komin og tað var enn ljóst úti.

Teir sóu ógvuliga málplaseraðir út: manfólk við svørtum hári, svørtum klæðum og sminku, ímillum heldur litfagra og popputa festivalfólkið. Sangarin stóð á pallinum í sólbrillum, og sang og dansaði fyri áskoðarunum, ið royndu at halda hitan úti í føroyska gráa og kalda summarveðrinum.

Teir hava ment seg ótrúliga nógv síðan prixið. Tað var ótrúligt, at teir kláraðu at fáa fólkið upp at koyra undir teimum umstøðunum teir spældu undir. Tey ungu stóu heilt frammi við pallin, og, sum sangarin tók til, flippaðu út. Tey eldru stóðu og goymdu seg í bakgrundini, og vildu ikki heilt viðganga at teimum dámdi hendan flipputa teknotónleikin.



Nýtt og gott frá Brandi

Brandur Enni átti heiðurin, at fara á pall eftir Side Effect. Røddin var ikki í sínum besta formi, men tað vóru nýggju sangirnir harafturímóti. Brandur hevur gjørt sera stór framstig, hetta árið hann hevur verið í Svørríki, og vónandi fara vit at hoyra meira til hann her í Føroyum komandi tíðina.

Tað merktiskt týðiliga, at Brandur var á heimavølli. Hann prátaði við fólk, og fekk veruligt samband við áhoyrararnar. Brandur framførdi sera nógv nýggj og spennandi løg, men spældi eisini eitt sindur av sínum gamla. Millum annað framførdi hann Waiting In The Moonlight. Eg má siga, at eg krimpaði tær, tá ið hann byrjaði. Mundi hann fara at megna at syngja sangin, uttan at fella aftur í gomlu rolluna sum barna poppidol; rolluna sum hann í fleiri ár hevur stríðst fyri at sleppa burturúr? Hann spældi eina heldur øðrvísi og friðarliga útgávu av sanginum. Fólk sungu við. Øll framførslan var akustisk, og tað skapti ein sera góðan stemning. Framførslan gekk sera væl. Hevði hann sungið sama sangin fyri bert einum ári síðani, hevði tað ikki kunna gingið annað enn galið. Fyri meg var góða framførslan av tí sanginum prógvið - barnastjórnan er veruliga vorðin vaksin, og hevur góðtikið, at hann fyri summi altíð fer at vera Moonlight; men veit eisini, at hann hevur møguleikan og evnini til at vera so nógv meira.


Við Teiti í morgunball

Festivaløkið, ið sum heild hevði verið eitt sindur ov tómligt, byrjaði so smátt at fyllast við fólki. Tá ið Teitur byrjaði at spæla, legði tað seg ein løgin morgunball-stemningur yvir fólki. Festivaløkið føldist sum eitt stórt, gott morgunball. Sangirnir hjá Teiti vóru ógvuliga “down on earth”, og hann dugdi sera væl at skemta við áskoðarunum. Hvat skal man siga? Hann er bara Teitur… Í einum lagi, fekk hann Una Debess upp at spæla guitar saman við sær, og man hugsaði…hvussu ber tað til at vit hava so nógvir dugnaligir tónleikarar í Føroyum? Innalv man eisini hava eisini sínar fyrimunir.

Eyðun Nolsøe fór síðan á pall við sínum dugnaliga flokki av tónleikarum. Tað var stuttligt at síggja bæði 10 ára gomul og fólk í eldra endanum syngja við til gomlu klassikararnar. Men ikki vóru tað bert tey gomlu løgini, ið fólk sungu við til. Fólk eru so smátt byrja at taka nýggju løgini til sín, og fleiri vóru, ið longu dugdu tekstirnar. Eyðun spældi eina sera góða konsert, men megnaði ikki heilt at fáa rættiligt lív í áskoðararnar, sum annars plagar at vera hansara styrki.


Privatkonsert við John Lawton

Uriah Heep sangarin John Lawton endaði konsertina væl bakkaður upp av Deiggj. Keðiligt, at tað ikki vóru fleiri fólk, ið fingu høvið til at hoyra hendan framúrskarandi sangaran. Hann hevur selt milliónir av fløgum, og nú stóð hann á keiini á Tvøroyri og sang fyri eini 300 fólkum. Men held í okkum onnur, føldist næstan sum at fáa eina privatkonsert.

Tað er ótrúligt, at ein maður í hasum aldrinum klárar at syngja við tí styrki, sum Lawton ger. Flestu stóru stjórnur, plaga so smátt at byrja at “rusta” við árunum, men um ein ikki hevði sæð eldra mannin á pallinum, hevði ein ikki vita, at hann var ein dag eldri enn á fløgunum hjá Uriah Heep. Føroyski bólkurin Deiggj spældi undir hjá heimstjørnuni, og stuttligt var at síggja, hvussu væl teir megnaðu at liva upp til støðið hjá John Lawton.

Ikki fyrr enn John kom á pallin, kom stemningurin veruliga upp. Fólk róptu, klappaðu, sungu og dansaðu. Serliga var tað eldra ættarliðið, ið kendu sangirnar. Men tey ungu stuðlaðu uppundir sangin hjá teimum eldru, við at hoppa og klappa. Lítla økið niðri á keiini var fult av fólki, og eisini á vegnum uttanfyri festivaløkið stóðu fólk og lurtaðu.

Keðiligt at festivalurin skuldi enda nú, júst sum tónleikurin endiliga hevði fingið veruligt lív í fólk.