Tá Principia fór á land

Í tíðarritinum TJALDRI nr. 41 eru m.a ritgerð um Principiu og áhugaverd Føroya-grein eftir Max Nordau

Nr. 41 av TJALDRI, tíðarritinum hjá tí týsk-føroyska vinafelagnum, kom haldarunum í Føroyum í hendur fyri o.u. einum mánaði síðani. Í blaðnum, sum hesa ferð er heilar 148 síður, er ein hópur av ymiskum og áhugaverdum tilfari um føroysk viðurskiftir. Her eru eitt nú ummælir og umrøður av átta verkum, harímillum tí nýggju ensk-føroysku orðabókini hjá Sprotanum, bókini Toftanes eftir Steffen Stummann Hansen og Eikirótum eftir Zakarias Wang.

TJALDUR vendir sær fyrst og fremst til týskar lesarar, og ein partur av blaðsins tilfari er tikið úr føroyskum bløðum og umsett til týskt. Men í hvørjum blað eru eisini áhugaverdar og upplýsandi greinar, sum eisini føroyskir lesarar kunnu fáa gleði og nyttu av.

Hesa ferð almannakunnger tann sera virkni TJALDUR-veteranurin Detlef Wildraut eina grein um eimskipið Principiu, sum fór í spønir og sakk við Søltuvík í Sandoy í november 1895. Í greinini, sum byggir á ein hóp av ymiskum tilfari, fylgir Wildraut skipi og manning frá tí tey fóru úr Dundee í Skotlandi tann 16. nov. 1895 og til skipið tann 21. rendi á eitt sker í Søltuvík. Wildraut greiðir frá, hví eimskipið, sum var á veg til New York, endaði í Føroyum, og hvussu tað bar til, at 27 av tilsamans 28 av manningini, og tað eina ferðafólkið, sjólótust. Hann greiðir frá, at ein einstakur maður, týskarin Heinrich Anders, kom sær á eina lastlúku, rak við streyminum í 13 tímar og at enda – sum við einum undurverki – bleiv bjargaður av monnum úr Kirkjubø.

Síðani verður við fáum orðum sagt eitt sindur frá lívinum hjá Heinrich Anders. Hugtakandi er at lesa um, hvussu hann í 1936 kemur aftur til Føroya, fer til Kirkjubøar, sær, at lúkan, hann á sinni lá og krøkti seg í, er endað sum borðpláta í roykstovuni og – brestur í grát. Heinrich Anders, sum var úr bygdini Wahrsdorf sunnan fyri Rostock, búði seinni í Rostock og er í 1940 enn á lívi. Men eftir tað hvørvur hann úr skjølunum.

Heldur enn ikki forvitnislig er eisini frásøgn eftir Max Nordau um eina stutta vitjan í Føroyum í 1874. Tann ungarski jødin Max Nordau(1849-1923) var í sínari tíð ein sera kendur persónur, lækni, blaðmaður, rithøvundur (serliga kendur fyri verkið Entartung, 1892) og ein teirra, sum kveikti lív í ta zionistisku rørsluna. Nordau sær Føroyar gjøgnum hámentaðar meginlandsbrillur. Hann rósar Realskúlanum, men tað mesta hann sær tykist honum lítilsvert, mishátt, primitivt og grefligt. Í sínum eftirmæli viðger Norbert Vogt á atfinngarsaman hátt Nordaus frágreiðing og hansara tørvandi empati.

TJALDUR, sum er skrivað á týskum, fæst í føroyskum bókhandlum og liggur frammi úti á Landsbókasavninum.