Skattalætti og lønarsteðgur
? Tað er tápuligt er, at vit skulu hava fingið eitt alment kjak um at seta lønarsteðg í verk afturfyri at fáa skattalætta.
Tað staðfestir Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag á aðalfundinum í felagnum í gjár.
Hon sigur, at tað hevur onki við veruleikan at gera at tosa um, at vit skulu hava lønarsteðg aftur fyri at fáa ein skattalætta.
? Tað, sum eg havi boðað frá, er, at fekst ein munandi skattalætti, og vøkstur fekst í keypiorkuna, kundi møguleiki verið fyri, at lønarkrøvini til einar komandi samráðingar gjørdust minni.
Hon vísir á, at ein kanning frá grannskoðaravirki vísir, at vit í Føroyum liggja á odda,
tá ið tað kemur til skattatrýst.
? Vit vita øll, at tað kostar at reka eitt samfelag, og tí er neyðugt, at peningur kemur inn. Men byrðarnar eiga at verða lagdar rættvíst á herðarnar og ikki ov nógv tikið inn frá skattaborgarunum.
Ikki ráð til skattalætta nú
Ingeborg Vinther ásannar, at skattalættin, sum tosað hevur verið um, er hetta er ið hvussu so er ikki rættvíst býtt, tí miðal- og láginntøkurnar merkja einki til hetta.
Hon sigur, at hesi góðu árini hevur verið møguleiki at givið skattalætta, ið munar, fyri lág- og miðalinntøkur.
Men hon leggur eisini dent á, at sum fakfelag fer Føroya Arbeiðarafelag ikki at taka undir við skattalætta til háinntøkurnar, so sum talan hevur verið um hjá hesi nýggju samgongu
? Tað hevur javnaðarflokkurin á tingi eisini fingið at vita á fundi við fleiri arbeiðarafelagsformenn, sigur hon.
Ingeborg Vinther sigur eisini, at sum støðan í samfelagnum er í løtuni, har hundraðtals milliónir fara at vanta í komandi fíggjarlóg, heldur hon, at vit hava ikki ráð til nakran skattalætta.
? Tilmælið hjá Føroya Arbeiðarafelag til samgonguna skal vera, at ráð ikki eru til skattalætta nú, tí tað nyttar ikki at geva skattalætta eitt ár og noyðast taka hann inn aftur árið eftir við hækkaðum avgjøldum.
? Meðan undirskot er á fíggjarlógini, er betri, at einki verður gjørt við skattalættan, tí vit mugu gera okkum greitt, at peningurin, sum vantar í, má koma onkustaðni frá.
Hava borið statinum 900 milliónir
Hon sigur, at tey, sum áttu at vita betur, siga nú, at ongin hevði væntað, at búskaparliga støðan var so vánalig.
? Men longu, tá ið blokkurin varð skorin 366 milliónir krónur, hómaðust myrk skýggj á luftini, og tað boðaði ikki frá góðum tíðum. Har umframt brúkti undanfarna samgongan 500 milliónir av av tøkum gjaldføri til eitt framskundað afturgjald av tatsláni.
Ingeborg Vinther heldur, at hetta kundi havt bíðað.
? Nú eru næstan 900 milliónir kr.onur bornar statinum aftur í eini tíð, har brúk var fyri hvørjum oyra.
? Og nú standa vit so við einum undirskoti á fíggjarlógini.
Forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag sigur, at var eitt sindur av skili verið í fíggjarpolitikkinum hjá undanfarnu samgongu, hevði tað verið øðrvísi.
? Sjálvandi skulu vit gerast fíggjarliga sjálvbjargin sum tjóð, eingin ivi um tað, men blokkurin má
skerjast við skili og ikki so ógvisliga. Nú verður ikki lætt at fáa alt at hanga saman, og fryktandi er fyri, at borgarin fær rokningina, sigur hon.