Fyri tveimum mánaðum síðani tók ein føroyskur yvirmaður brandskeið við Áir. Fyri at fáa endaligt trygdarsertifikat, skal yvirmaðurin, nú taka trygdarskeið á Trygdarmiðstøðini í Klaksvík. Hetta skeiðið tekur tveir dagar, har annar dagurin er settur av til brandskeið.
Við próvnum um, at hann júst hevur tikið brandskeið við Áir, í hondini, gekk yvirmaðurin út frá, at hann slapp undan at brúka ein heilan dag í Klaksvík at venja seg at sløkkja eld.
Men so var ikki. Frá Trygdarmiðstøðini fær maðurin nevniliga at vita, at Trygdarmiðstøðin ikki kann góðskriva skeiðið, hann hevur tikið við Áir.
- Eg dugi ikki við mín besta vilja at skilja, hví Trygdarmiðstøðin ikki kann góðskriva eitt tveir mánað gamalt brandskeið, sum hartil er munandi meir umfatandi enn tað, tey bjóða í Klaksvík. Eg eri nevniliga noyddur at taka skeiðið við Áir, tí skeiðið í Klaksvík lýkur ikki krøvini, ið verða sett, um eg skal út at sigla sum yvirmaður, sigur maðurin, og sipar til, at brandskeiðið í Klaksvík ikki umfatar roykkaving.
Góðskutrygd
Frá Trygdarmiðstøðini í Klaksvík verður sagt, at ongi formlig krøv eru um, at støðin skal góðskriva brandskeið, tikin við til dømis Áir. Eisini vísir leiðarin, Marius Magnussen á, at gjørdu teir tað kortini, kann tað fáa óhepnar avleiðingar.
- Vit kunnu ímynda okkum eina støðu, har bert ein vika er eftir av vanligu fimm ára gildistíðini á skeiðnum, ið er tikið aðrastaðni. Góðskriva vit eitt slíkt prógv, merkir tað, at tað ganga 10 ár uttan endurnýgging av skeiðnum, ið má sigast at vera ábyrgdarleyst, sigur Marius Magnussen.
Hann minnir tó á, at hóast ónøgdin við støðuna má sigast at vera menniskjalig, tryggjar galdandi mannagongd, at góðskan á trygdarpróvnum er í lagi.
Spill av tíð og kreftum
Javnan frættist, at føroyskir sjómenn ikki sleppa avstað til skips, tí bíðitíðin at sleppa á kravda trygdarskeiðið í Klaksvík er so long.
Eitt nú skal áðurnevndi yvirmaður bíða í tríggja vikur, til hann sleppur á trygdarskeið. Sjálvur ímyndar hann sær, at um ikki allir hesir yvirmennirnir vóru noyddir at taka dupult brandskeið, hevði tað stytt um bíðitíðina
Marius Magnussen váttar, at tað av og á er bíðitíð at sleppa á skeiðið. Hann heldur tó ikki, at hetta kann setast beinleiðis í samband við, at yvirmenn verða noyddir at taka brandskeið tvær ferðir.
- Bíðitíðin stavar sum oftast frá, at fólk, ið hava teknað seg til skeiðið, kortini ikki møta upp, og tað gongur út yvir planleggingina, sigur leiðarin á Trygdarmiðstøðini.
Yvirmaðurin er tó framvegis sannførdur um, at tvørligi mátin at ogna sær eitt trygdarsertifikat í Føroyum stavar frá, at stovnarnir eftir øllum at døma ikki megna at samskipa síni skeiðstilboð.
- Meðan yvirmenn aðrastaðni taka eitt samlað trygdarskeið, mugu vit taka tvey ymisk, sum hartil yvirlappað hvørt annað. Eftir mínum tykki er hetta spill av tíð, lærarakreftum og landsins resursum, sigur yvirmaðurin.