Rockbólkurin Týr hevur seinastu dagarnar gjørt upptøkur til tvey tónleikavideo, sum verða útgivin í februar mánaði.
Upptøkur eru gjørdar í fjøllunum í Slovenia og ymsastaðni í Ungarn – millum annað í einum helli og í høvuðsstaðnum Budapest.
Videoløgini eru gjørd til tveir av sangunum á nýggju útgávuni hjá bólkinum, »Hel«, sum kemur út 8. mars.
Annað video er til »Ragnars kvæði«, sum Týr hevur innspælt til nýggju útgávuna.