Sum vit skrivaðu í seinastu viku, so var upp á tal, at Tór-Ingar Akselsen aftur fer at spæla í HB, nú hann er komin aftur á klettarnar.
Og hósdagin varð so staðfest, at avtala er gjørd millum partarnar. Á heimasíðu sínari boðaði HB frá, at Tór-Ingar verður partur av HB-hópinum tey bæði komandi árini.
Tór-Ingar var eisini partur av hópinum hjá HB í 2002 og 2003, og serliga seinna árið taldist hann millum profilarnar á FM-liðnum. Nakað sum eisini landsliðsvenjararnir løgdu til merkis, og í teimum báðum seinastu EM-undankappingardystunum í fjør var vágamaðurin eisini partur av landsliðshópinum.