Tór-Ingar vil hava gegnigar dómarar

Tór Ingar Akselsen, sum spælir við 07 Vestri, heldur, at rættast er, at dómarar, sum ikki hava landafrøðisligt tilknýtið til AB, VB/Sumba og 07 Vesturn døma seinastu dystirnar hjá oddaliðunum í 1. deild

Fótbóltur

 

Spenningurin er stórur millum tey trý oddaliðini í næstbestu fótbóltsdeildini, VB/Sumba, AB og 07 Vestur. Nú fimm umfør eru eftir at spæla, er VB/Sumba á odda við 53 stigum, AB er nummar tvey við 52 stigum, og 07Vestur er nummar trý við 50 stigum. Tvey lið flyta upp í lovaða landið, Formuladeildina, og eitt av hesum trimum liðunum stendur eftir við svartaperi.

Í næsta umfarinum tekur VB/Sumba ímóti AB, og í 25. Umfari skal 07Vestur suður til Vágs. Nógvir spenningur er í hesum dystunum og í øðrum dystum, sum oddaliðini spæla. Farna vikuskiftið tapti 07Vestur 1-2 á Tvøroyri ímóti TB. Dómaraveteranurin, Birgir Sondum dømdi dystin, og tað hevur Tór-Ingar Akselsen frá 07 Vestri ongar trupuleikar við.

- Tað varð í ordan, at Birgir Sondum dømdi dystin, men vit eru sera harmir um, at báðir hjálpardómarnir vóru úr Suðuroy, sigur Tór-Ingar Akselsen

Serliga er tað ein støða í dystinum, har Tór-Ingar metir, at 07 Vestur átti eitt brotsspark, sum kundi givið teimum eitt- kanska avgerandi - stig. Í sendingini ”3. Hálvleikur” hjá Rás2 sunnukvøldið bar Tór-Ingar uppá mál, at tað hevði verið hóskandi og best, at dómarar frá Eysturoynni og Norðoyggjum høvdu dømt teir seinastu fimm dystirnar hjá ávikavist AB, VB/Sumba og 07Vestri.

Tór-Ingar heldur, at tað hevði verið best, at ein tryggjaði sær, at eingin dómari er ógegnigur í oddastríðnum í 1. deild. Og er tað best tryggjað við, at dómarnir eru frá landafrøðisligu økjunum, sum ikki hava tilknýtið til AB, VB/Sumba og 07Vestur. Mánamorgun varð næstformaðurin hjá Argja Bóltfelag, Andrass Drangastein gestur í morgunsendingini hjá Rás2. Har segði Andrass Drangastein, at hann stuðlar sjónarmiðunum hjá Tór-Ingari Akselsen, at eingin ivi má verða, so ein er tryggjaður ímóti illgrunum og illstøðum í tí harða oddastríðnum, sum er fyri framman í 1. deild. Og tískil er Andrass fult samdur við Tór-Ingari.

 

Øll mugu gera sítt

Lassin Isaksen, dómaraleiðari hjá Fótbóltsambandi Føroya sigur í stuttari viðmerking, at hann hevur bert 50 dómarar og hjálpardómarar at rutta við til dystirnar í Formuladeildini, 1. deild, 2. deild, unglingadeildini og 1. deild kvinnum.

- Tað er torført at fáa kabalina at ganga upp við bert 50 fólkum, men arbeitt verður út frá bestu sannføring, tá dystirnir skulu mannast við dómarum, sigur Lassin Isaksen.

Lassin Isaksen leggur dent á, at tað hevði hjálpt væl, um øll feløgini gjørdu sítt til at manna dómarahópin í Føroyum, men tíverri eru tað summi øki - eisini tey, sum finnast at - sum ikki útvega nakran dómara. Lassin fer at gera sítt besta at manna dystirnar hjá VB/Sumba, AB og 07Vestri við góðum dómarum, men kann orsaka av tí knappa talinum av dómarum í Føroyum, ikki garantera, at dómarnir til dystirnar hjá VB/Sumba, AB og 07 Vestri verða úr Eysturoynni og Norðoyggjum. Men um øll økini í framtíðini spýta í dómarakassan, so verður tað sjálvsagt lættari at fáa landafrøðisligu rættvísuna at ganga upp..