Hvør er søgan handan navnið Týr?
? Tað er eit navn úr norrønu gudalæruni og tað hevur sjálvandi ein ávísan samanhang við tann tónleikin, sum vit spæla. Og so eitur ein pláta hjá Black Sabbath Týr, skrivað við rúnum, eins og vit skriva Týr. Tað er kanska helvt um helvt frá Black Sabbath og frá norrønu gudalæruni. Annars hevur tað ikki nakra djúpri meining.
Hvussu ber tað til, at tit geva føroyskum kvæða- og táttasiðum so nógv rúm í tykkara heldur tunga tónleiki?
? Kvæðir og fólkatónleikur hava altíð havt mín áhuga, men eg havi bara ongantíð gjørt nakað við tað fyrr enn nú. Mær hevur altíð dámt væl tónleik sum tann hjá Enekk, og mær dámar væl rock og heavy, og so bleiv tað tann blandingin.
Hvørjar vóru vónirnar áðrenn undankappingina?
? Vit vóru ikki vísir í, at vit fóru at koma víðari. Men vit fóru við fyri at royna at sleppa í finaluna, og vit høvdu ávísar vónir um tað. Eg haldi, at ein stór styrki hjá okkum er útsetingin av løgunum og so kanska løgini sjálv. Tey eru kanska ikki so øgiliga original, men tey eru so originalari enn nógv av tí, sum varð spælt í Vági tað kvøldið. Harafturat vóru rættiliga nógvir av bólkunum í kappingini ógvuliga óroyndir. Ikki tí, fleiri teirra høvdu framtíðarpotentiali, men tað í sær sjálvum er ikki nokk til at koma víðari. Vit eru málrættaðir og vita hvat vit vilja, og so eru vit rættiliga royndir tónleikarar. Tað hevur nokk gjørt munin.
Hóast bólkurin Týr ikki hevur verið at sæð í Prix høpi áður, so eru allir limirnir ikki grønir í kappingini.
Heri Joensen og bassleikarin Gunnar Thomsen eru kendir úr bólkinum Wolfgang, sum var við á fyrstu Prix finaluni í 1995 og sangarin Pól Arni Holm stóð við mikrofonini, tá Wild Child var í finaluni í 1997.
Fara tit at vinna?
? Okkara mál er at vinna. Um vit gera tað er so ein onnur søk. Tað kann sjálvandi væl vera, at tað ikki hendir. Men um man ikki siktar ov høgt, so rakar man ov lágt. Vit taka kappingina á álvara og venja rættiliga nógv undan finaluni.
Hvørjum fara tit at leggja tykkum eftir á finaluni?
? Tað einasta vit í veruleikanum hugsa um, er at spæla so væl sum gjørligt. Restina gera vit ikki so nógv við. Løgini vóru longu gjørd og útsett áðrenn vit komu í finaluna, og hvussu vit uppføra okkum á pallinum er bara nakað sum má koma, tá vit eru í støðuni.