Tað var ikki bara í Føroyum, at ódn var fríggjakvøldið. Eisini í Keypmannahavn leikaði ein føroysk ódn í.
Rockbólkurin Týr gjørdi bart, tá finalan í donsku tónleikakappingini Melody Maker varð hildin í Keypmannhavn hetta kvøldið. Týr var kosin besti bólkurin í kappingini, og eisini áhoyrararnir valdu Týr til besta bólkin hetta kvøldið.
Melody Maker Contest er ein opin kapping fyri tónleikabólkar, sum eru á veg fram, og donsk plátufeløg halda eygu við kappingini. Fleiri innleiðandi umfør eru, og síðani er ein stór finala.
Finalan í 2002 var í Pumpehuset í Keypmannahavn fríggjakvøldið. Útselt var til tiltakið, og nógvir føroyingar vóru eisini millum áhoyrararnar. Týr var saman við átta øðrum donskum bólkum komin í finaluna.
Eitt serligt dómarapanel var sett saman til at velja ársins bólk, sangara og sang. Í hesum paneli vóru Lau Wulfsberg frá Nordic Records, Henrik Bøwadt frá Sony Music, tónleikararnir Tim Christensen og Marcus Winterberg, Nikolaj Lubic frá blaðnum Gaffa og Sasha Dupont, sum er annar av klaverspælarunum í sendirøðini Gita ein sang.
Hesi fólk hildu, at Týr var besti bólkurin hetta kvøldið.
- Vinnararnir vóru okkara føroysku brøður í Týr, sum spældu sum ein væl samansjóðað eind, og tú merkti greitt teirra norðurlendsku røtur. Serliga tá teir spældu sangin How far to Asgaard mundi lítil ivi vera um, at tey livdu við í Valhøll, verður skrivað á heimasíðuni hjá Melody Maker
Týr spældi tríggjar sangir í finaluni. Teir løgdu fyri við Sand in the Wind, síðani var tað Ormurin Langi, og teir endaðu framførsluna við How far to Asgaard, sum er heitislagið á fløguni hjá teimum, sum júst er komin út.
Umframt besta bólk, valdu dómararnir eisin besta sangara og besta sang. Besti sangari gjørdist Jesper Bruun Johansen úr bólkinum Turbulence, og besta sangin hevði bólkurin Wish skrivað. Harafturat sloppu áhoyrararnir eisini at velja sín bólk, og tað var eingin ivi um, at teimum dámdu best Týr.
- Tá sangarin í Týr, Pól Arni, so kom á pallin og treiv í eitt føroyskt kvæði, vórðu áhoyrarnir frá sær sjálvum og tóku saman ring á gólvinum, skrivar heimasíðan hjá Melody Maker.
Vinningarnir í kappingini vóru peningaupphæddir millum 5 og 10.000 og kjansurin at spæla á stórari rockkonsert á Femøren á høvuðsstaðarleiðini í summar.
Vit rokna við at frætta meira frá Týr um, hvat sigurin í kappingini merkir fyri teir.