Málverjin hjá B36 verður ikki við til Champions League dystirnar móti maltesiska Valletta. 30 ára gamli málverjin hevur fingið staðfest gikt og verður ikki tøkur í ein mánað fyribils.
- Eg havi verið skaddur í fótliðunum í næstan tveir mánaðir. Eg havi ikki vant og bara spælt dyst, men nú sigur kroppurin stopp, sigur Tórður Thomsen og leggur afturat:
- Eg havi fingið staðfest gikt. Liðir hovna brádliga, sum ger at eg ikki fái vant fótbólt í løtuni. Serliga fótliðini gera, at eg fái illa sett av og illa skotið ein bólt, greiðir Tórður Thomsen frá.
Málverjin skal nú halda steðg í ein mánað og verður tískil ikki við, tá B36 skal út í Evropa at spæla Champions League.
- Eg havi tosað við venjaran og B36. Teir hava givið mær ein mánaða frí. Eg eri byrjaður at taka heilivág, og tað riggar um tríggjar til fýra vikur. Tá burdi eg verið fult klárur at vant aftur, sigur Tórður Thomsen.
B36 spælir hóskvøldið móti NSÍ í seinasta umfarinum fyri summarsteðgin. Týsdagin í komandi viku er so dystur á Malta móti Valletta. Returdysturin er so aftur um eina viku í Gundadali.