Tórður Thomsen hevur spælt sín seinasta dyst fyri B36 á hesum sinni. Til seinasta heimadystin fekk hann blómutyssi og takkaði fyri seg. 31 ára gamli málverjin hevur fingið tilboð úr Íslandi og okkurt Noreg, men ætlar sær ikki av landinum.
Les eisini: Útlendskur áhugi fyri Odmari
- Eg hevði tilboð úr serliga Íslandi og okkurt Noreg, men umstøðurnar við familjuni gera, at tað ikki er ein møguleiki at flyta av landinum, sigur Tórður Thomsen.
Tvífaldi FM vinnari við B36 er settur í samband við Skála, har tað ljóðar at Andras Gango møguliga gevast at spæla. Tórður Thomsen hevur tó ikki til avgerð um hann fer at spæla yvirhøvur.
- Onkur hevur spurt, men eg havi ikki so mikið sum hug eftir boðum og øðrum. Kanska eg gevist, men vænti tað tó ikki, sigur Tórður Thomsen.
Málverjin hevur síðani 2013 vart málið hjá B36, sum í bæði 2014 og 2015 vann FM. Tórður Thomsen er 31 ára gamal, men tað er ongin aldur fyri ein málverja. Hann hevur spælt 238 dystir í bestu deildini í føroyskum fótbólti.