Tór Verland Johansen er settur sum viðstjóri á Sansum og fer frameftir at mynda stjórnina saman við Lenu L. Mohr, sum hevur verið stjóri á Sansum seinastu 10 árini. Samstundis eru eigaraviðurskiftini broytt soleiðis, at Tór Verland Johansen nú er parteigari saman við Lenu L. Mohr, Boga Henriksen og Eyðnu Simonsen.
Tór Verland Johansen hevur seinastu 4 árini starvast sum kundastjóri á Sansum. Áður hevur Tór Verland starvast sum marknaðarleiðari hjá BankNordik, ráðgevi á Sansum og kunningarleiðari í Tórshavnar kommunu.
- Tað er ein styrking av Sansum, at Tór Verland er vorðin viðstjóri og parteigari. Hann eigur stóran lut í góðu úrslitunum og viðurkenningunum, Sansir hava fingið seinastu árini. Eg gleði meg til samstarvið við Tór Verland. Vit eru eitt gott og sterkt toymi og okkara uppgáva verður framhaldandi at tryggja góðu gongdina og at menna fyritøkuna saman við okkara dugnaligu starvsfólkum, sigur Lena L. Mohr.
Sansir veita marknaðarføring og samskifti á øllum miðlum og arbeiða við virkissamleika, branding og marketing. Sansir geva eisini út blaðið Kvinna og bóklingin Faroe Islands Tourist Guide á trimum málum. Á Sansum starvast 13 fólk.