- Hetta er tað størsta eg havi upplivað. Orðini eigur yngsti spælarin hjá føroyska kvinnulandsliðnum í hondbólti, bert 18 ára gamla Tóra Eliasen.
Tóra Eliasen fekk instruksir um at taka nøkur ordilig tøk í verjuni frá venjarunum, og hon kennir á sær, at tað gekk væl í dystinum ímóti Finnlandi, sum føroysku kvinnurnar vunnu 20-17. Ígjár vunnu føroysku kvinnurnar 25-24 á Grikkalandi, og hava tær vunnið seg víðari til høvuðs EM-undankappingina.
Sum ungur hondbóltsspælari er hon fegin um, at altjóða avbjóðingar eru til hana og aðrar ungar hondbóltsspælarar.
Tóra Eliasen sigur, at tær eldru og meiri tilkomnu á liðnum hava tikið sera væl ímóti henni, og tað er hon glað fyri. Nú gleðir hon seg til høvuðs EM-undankappingina.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum in.fo gjørdi við Tóru Eliasen fyri løtu síðani.