Tóra skal stjórna ólavsøkukórinum

Á fyrsti sinni skal ein kvinna stjórna kórinum á ólavsøku

Tað verður ein søgulig løta, tá Tóra Vestergaard ólavsøkudag stjórnar stóra ólavsøkukórinum á Tinghúsvøllinum. Tað er nevniliga fyrstu ferð, at ein kvinna stjórnar kórinum á ólavsøku.


Tað er Kórsamband Føroya, ið skipar fyri kórframførsluni, sum í dag ber tíðindini, at Tóra Vestergaard stjórnar kórinum í samband við, at kórið er farið undir venjingarnar til árligu framførsluna, ið verður hildin til setanina av tinginum.


- Tað verður konservatoriuútbúna, Tóra Vestergaard, ið er ættað av Tvøroyri og búsitandi í Keypmannahavn, sum í ár fer at leiða ólavsøkukórið, skrivar kórið í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum.


Kórleiðarar seinastu árini:

1991: Ólavur Hátún
1992: Sunleif Rasmussen
1993: Heri Eysturlíð
1994: Pauli í Sandagerði
1995: Ólavur Hátún
1996: Bjarni Restorff
1997: Heri Eysturlíð og Ólavur Hátún
1998: Ólavur Hátún
1999: Ólavur Hátún
2000: Sunleif Rasmussen
2001: Kári Bæk
2002: Knút Olsen
2003: Ólavur Hátún
2004: Pauli í Sandagerði
2005: Ólavur Hátún
2006: Ólavur Hátún
2007: Ólavur Hátún
2008: Sunleif Rasmussen
2009: Sunleif Rasmussen
2010: Ólavur Hátún
2011: Leif Hansen
2012: Leif Hansen
2013: Kári Bæk
2014: Kári Bæk
2015: Bjarni Restorff
2016: Ólavur Jøkladal