Tórbjørn Jacobsen: Høgni Hoydal ? riddarin av tí leivdu breyðflísini

Vit mundu vera fleiri, sum fingu handan bankatoskin frá Hanusi hjá Nornasi í rangastrúpan hetta nú so famøsa gallakvøldið í Norðurlandahúsinum. Alt so sera væl fyriskipað, tænastan í heimsklassa, skráin løgd sum tað sømir seg, táið útlendskir oddvitar vitja og gastronomiin á so høgum støði, at drotningavitjanin fyri árum síðani, táið havhestarnir fóru sum gummibóltar eftir borðinum og syftust uppi undir ljósakrúnunum, eins og høvdu teir fingið eitt nýtt lív, næstan var farin í gloymskuna. Fyri eina stund í hvussu er. Kortini verða orðini hjá Katrini hjá Kristiani í Kvívík tó seint gloymd, táið hon eftir at hava nartlað sær eina flís av eini nátabringu, við felliknívinum hjá manninum, og eftir at hava tugt og jaglað sollaleðrið í einar tíggju minuttir, segði tey ódeyðiligu orðini: ?Veit ikki hvat tit gera, men nú svølgið eg.?

Matinum bagdi onki hetta mánakvøldið, men politiski kosturin, sum snildisliga var flættaður inn í hátíðina, var herskin at svølgja, í hvussu er hjá andstøðuni á tingi, sum ongan lut eigur í hesum politiska sorgarleikinum, har viljaleysir menn hava avreitt tjóðarinnar rættindi, uttan somikið sum at fáa ein verð av flatbønum afturfyri.

Margretha tykist vera eitt skilafólk, rímiliga vitborin eisini, og hjá flestu føroyingum er kongshúsið ikki stóri trupulleikin, soleingi hendan støðan er veruleiki, at danska statsmaktin tvíheldur um føroyskar ognir, dygt stuðlað av ríkistrællunum í Javnaðar, - Sambands- og Fólkaflokkinum. Tó er tað undrunnarvert at hon ikki kubbaði kontroversiella sekvensin, sum ríkiskallarnir høvdu sníkt inn í røðuna, og sum eyðvitað mátti gerast ein kíli í politisku skipanini í Føroyum.

Finnur Helmsdal og Høgni Hoydal eru menn sum ríða sama dag sum teir saðla. Skjótir á knappunum. Og hetta varð sum at stinga frens. Alt hitt tvørpolitiska sambandsorkestrið er farið upp at gala. Og ímeðan Alfred Olsen, Anfinn Kallsberg, Jóannes Eidesgaard, Jóhan Petersen, Olav Enemoto, Jóhan Dahl o.a. nísta sum útløgukøttar í føstu, er málið vorði eitt slag av einum vandetta ímillum danska kongshúsið og Tjóðveldisflokkin. Og tað verður ongin leikur fluttur í tí talvinum. Pr. definitión. Táið kongshúsið ikki fær farið inn í ein partapolitiskan dialog. Harvið hvørvur tað orðaskiftið av sær sjálvum og tað mest áhugaverda í miðlunum gjørdist so, at formaður Tjóðveldisfloksins ikki untist við at súpa í seg av royala herskapsborðinum umborð á ?Dannebrog? ? og varð uppeksponeraður sum riddarin av tí leivdu breyðflísini.

Eitt avboð til ein náttverða? Hví gjørdist tað nú meginsøgan á hesi drotningaferðini? Hví verða ljóskastararnir ikki varpaðir inn í reversini á tjóðskaparhetjunum, sum nú ganga lagghallar av donskum sildasalati, kongsins teknar, premieraðir fyri sítt góða starv, í royndini at gøllhalda føroyska matrikkulin í donsku ríkisskipanini?

Hugsi, at tað var Karl Marx sum segði hesi vísu orðini: ?Søgan endurtekur seg altíð. Fyrstu ferð sum sorgarleikur. Aðru ferð sum skemtileikur.? Hann mundi neyvan vita hvussu ósvitaliga rætt hann hevði, táið hugt verður at føroyskum fullveldispolitikki og politisku viðurskiftunum ímillum Føroyar og Danmark.

Í 1946 vrakaði føroyska fólkið uppskotið hjá donsku stjórnini um eina heimastýrisskipan ? og valdi loysing. Politisku flokkarnir í Føroyum lupu saman við donsku stjórnini frá sínum lyftum.

Danska stjórnin gjørdi saman við føroyskum politikarum ein sonevndan ?Nyordning?, ið var sama heimastýrisskipanin, sum varð vrakað á fólkaatkvøðuni 14. September. Øll segl vóru sett fyri at billa føroyingum inn, at hetta var eitt politiskt nýbrot ? hóast talan var um greitt afturstig, í mun til tær heimildir, ið Løgtingið hevði vunnið sær stríðsárini.

Ongin ivast í, at føroyska fólkið valdi greiðan meiriluta fyri fullveldi á løgtingsvalinum í 1998. Í 2002 og 2004 somuleiðis. Men áðrenn samráðingarnar um fullveldissáttmálan nakrantíð byrjaðu, í 1999, bjóðaði táverandi forsætismálaráðharri Danmarkar, Poul Nyrup Rasmussen, føroyingum ein ?Nyordning indenfor Rigsfællesskabet? ístaðin. Hyggjuráðini mundu vera, at føroyingar skuldu sleppa at halda fram við at skeldast um nakrar smávegis yvirtøkur, skuldu sleppa við dønum út í altjóða samráðingar ímeðan Danmark togaði allar sínar heimildir innaftur og staðfesti sítt fullveldi yvir Føroyum.

Uppskotið varð uttan himpr kolldømt og afturvíst. Av góðum grundum vildu Tjóðveldisflokkurin, Fólkaflokkurin, Sjálvstýrisflokkurin og Miðflokkurin ikki nerta donsku nálganina við eini eldtong. Seinri umsetti Sambandsflokkurin tó danska útkastið til føroyskt (helst við góðari hjálp úr Danmark), gjørdi tað til eitt politiskt barn hjá sær, og rópti tað ?Nýskipanaruppskotið?.

Tað kollektiva politiska minnið er stutt, men øll munna hóast alt minnast, at táverandi løgmaður Føroya, Anfinn Kallsberg, boðaði frá, at hann ongantíð fór at góðtaka nakra avtalu, sum bygdi á, at vit høvdu meldað okkum inn í danska ríkið, tí sum hann segði, Føroya fólk hevði allan avgerðarrætt í Føroyum. Sama grundgevingin var brúkt táið hann sleit samráðingarnar við donsku stjórnina, og somuleiðis tá ið hann nakað eftir tað avlýsti fólkaatkvøðuna. Sum hann segði: ?Við eini fólkaatkvøðu er stórur vandi fyri, at vit føroyingar verða trýstir og hóttir til at lima okkum inn í tað danska ríkið.?

Nú, seks ár seinri, er ?Nyordningen? hjá Poul Nyrup Rasmussen og harvið ?Nýskipanin? hjá Sambandsflokkinum sett í gildi. Her er ikki eitt komma flutt síðani Nyrup lanseraði hugskotið av fyrstan tíð, og ongin hevur spurt fólkið í Føroyum, hvat tey munna halda um ?nýggja? politiska grundvøllin, sum í bráðskundi varð ekspederaður ígjøgnum Løgtingið og Fólkatingið - fyri kortum.

Ájú, søgan enturtekur seg so sanniliga. Fyrstu ferð sum sorgarleikur. Aðru ferð sum skemtileikur. Og hetta er tragikomiskt skemt á høgum støði, nú fremsti forsprákarin fyri ?Nyordningen?, er sami løgmaður, Anfinn Kallsberg, sum fyri fáum árum síðani staðfesti alment, at hetta fór hann aldri at geva seg undir.

Nú er hann vorðin riddari av Dannebrog saman við Bjarne Djurholm. Hesin seinri hevur síðani hann kom í landsstýrið, fyri seks árum síðani, ikki gjørt annað enn stríðst ímóti føroyskum fullveldi og virkað fyri ?Nyordningen? hjá donsku stjórnini. Kosmetiskt hevur Anfinn av góðum grundum roynt at hildið eina fasadu, sum tóktiskt meira national enn hon hjá heimastýrismanninum úr Kollafirði, men nú krakeleraði alt og Fólkaflokkurin hevur endaliga yvirgivið seg fyri áhaldandi danska trýstinum í stjórnarskipanarmálinum. Sambandsvongurin í høvuðsstaðarøkinum søkti at nationala hermótinum, í Norðoyggjum og í Eysturoy - og sigraði, so tað stendur eftir.

Í ár 2000 vitjaðu donsku kongshjúnini eisini í Føroyum. Tá boðaði Anfinn Kallsberg, táverandi løgmaður, danska Ríkisumboðnum frá, at ongir riddarakrossar skuldu býtast út undir vitjanini. Sjálvur hevði hann fingið boðið riddarakrossin, men sum hann tá tók til: ?Eg fari ongantíð at taka av tilboðnum um at gerast riddari av Dannebrog. Eg standi jú á odda fyri einum meiriluta, ið ynskir fullveldi í landinum.?

Jú, skemtiligt kann tað tykjast at vera, men er tað nú so skemtiligt táið til stykkis kemur?

Tíanbetur eru søgan og skjalagoymslur kannaðar hesi seinru árini, so til ber at gera sær ein mynd av hvørjar snildir vera brúktar og hvørjir leikir verða fluttir, táið danska stjórnin ætlar at fáa síni sjónarmið ígjøgnum í Føroyum. Hetta er eitt slag av stórpolitikki. Og tað er væl skiljandi, at danska stjórnin nýtir øll amboð í royndunum at forða fyri føroyskum fullveldi. Flestu hjálandaveldi hava roynt tað sama, so ymiskt tað annars hevur vignast.

Tey flestu hava bestan hugin at gloyma hetta, at fornokta veruleikan, og skíra opponentarnar og teirra retorikk fyri antiimperialistiskt tjóðveldisgabb. Og hví skula grenjandi og fortreðiligir tjóðveldismenn nú eisini oyðileggja allan idyllin, táið Danmark bara vil okkum alt tað besta og hartil velur okkara bestu menn til riddarar av Dannebrog? Bjarne og Anfinn hava avrikað so ófatiliga nógv fyri Føroyar, standa negldir í hugaheiminum á okkum øllum, sum tveir ærligir og kreativir politiskir heiðursmenn, ið hava givið sítt lív fyri landsins sakir. Teir fara í søguna sum tveir idealistiskir garpar, ið eittans hugsaðu um heildina og samfelagið. Vit sum kenna teir vita, at egináhugamál eru teimum báðum so ófatiliga fjar. Tí eiga øll at vera errin av teimum ? bæði her og aðrastaðir.

Well, kanska skula vit allíkavæl gera eitt rend aftur í søguna, fyri at eftirkanna, um kanska okkurt annað liggur aftanfyri hesi donsku blikkpettini, sum radikalu sjálvstýrararnir nú hava stungið sær í reversið.

Seinast føroyingar høvdu greiðan meiriluta fyri fullveldi og harvið allar møguleikar fyri at skipa okkum sum sjálvstøðuga tjóð ímillum aðrar, skrivaði ein dugnaligur danskur embætismaður í forsætismálaráðnum eitt uppskot, sum ítøkiliga gav donsku stjórnini eina ábending um, hvussu hon skuldi steðga føroysku loysingarrørsluni og hvussu hon ístaðin skuldi trumfa sín ?Nyordning? ? sína ?Nýskipan? ? ígjøgnum, hóast føroyingar greitt høvdu staðfest, at teir ynsktu fullveldi.

Niels Arup, kendur embætismaður í danska forsætismálaráðnum, skrivaði fyrsta uppskotið til heimastýrisskipan fyri Føroyar. Hansara tilmælið var, at føroyingar kundu fáa ?lokalt selvstyre?. Somuleiðis mælti hann til, at danska stjórnin skuldi senda stórar peningaupphæddir til Føroyar, fyri at ?trekkja tenninar úr loysingarrørsluni? og fyri at stuðla teimum flokkum í Føroyum, ið vildu halda rimmarfast um politiska sambandið landanna ímillum. Hetta var besta trygdin fyri, at varðveita danska fullveldið í Føroyum, og hetta kundi eisini fáa føroyingar at berjast innanhýsis, um fíggjarmál og sosialmál, og soleiðis kundi sjálvstýrismálið m.a. skvisast av dagsskrá, sum hann skrivaði:

?Med en fast og samtidig rundhåndet politik vil lagtingspartierne, der ønsker dansk kapital til øerne (Folkeflokken af erhvervsmæssige grunde og Socialdemokratiet af sociale grunde) kunne indse, at kun ved at vise en forstående og venlig holdning overfor Danmark, vil de opnå den økonomiske hjælp, som de ønsker, ligesom de vil indse, at den loyalitet, som ordningen forudsætter, ikke blot skal udvises officielt, men også i partiernes presse og på deres møder.?

Endurgevingin er úr ?Udkast til lov om Færøernes selvstyre, februar 1946. Skjal no. 65 í keldusavninum ?Kilder til Færøernes og Grønlands Historie?, Føroya Fróðskaparfelag 2004.?

Føroyingar feldu stjórnaruppskotið og valdu loysing. Niels Arup vitjaði aftur í Føroyum í 1947, og tá mundi politiska støðan í landinum vera á leið hin sama sum hon er í dag. Hann skrivaði nú skjalið ?Færøske problemer ? Beretning om en rejse til Færøerne i august 1947? (Skjal no. 174 í ?Kilder til Færøernes og Grønlands Historie.?)

Danski embætismaðurin heldur politisku støðuna vera spenta í Føroyum, og hann er sannførdur um, at fullveldisrørslan stendur sterk um tað mundið. Harvið eigur danska stjórnin beinanvegin at fara undir at ?venda rákinum?. Niels Arup er realistur og kemur við hesum uppskotinum, sum er orðarætt endurgivið úr tilmælum hansara:

?Såfremt det kunne tænkes, at Kongeparret efter Nyordningens gennemførelse ville aflægge et besøg på Færøerne, ville utvivlsomt et sådant besøg være en storartet propaganda for Danmark. Man behøver sikkert ikke befrygte nogen demonstrationer, og hvis kongebesøget kunne falde sammen med uddelingen af visse dekorationer (ikke blot til sambandsmænd) ville der herved kunne opnås en betydelig goodwill.?

Greið tala. Arkitekturin hevur gjøgnumskoðað politisku elendigheitini í Føroyum og er nú farin at reiða ból fyri ?Nyordningen?, og hann himprast ikki fyri at nýta kongshúsið í átakinum, táið hann mælir til, at riddarakrossar verða nýttir sum vápn í imperialistiska leikinum mótvegis Føroyum. Umráðandi er, at aðrir enn sambandsmenn verða dekoreraðir, og lurta var eftir Arupi, - kongsvitjanin kom í lag. Tað var nú eitt, meira áhugavert er tilmælið hansara kortini, táið hann filosoferar um hvussu riddarakrossarnir eiga at vera brúktir til at ávirka politisku flokkarnar og vanligu fólkahugsanina í Føroyum:

?Som et led i forsøgene på at tilvejebringe et venligt og tillidsfuldt samarbejde mellem Danmark og Færøerne, er der efter min mening grund til at overveje, om man ikke fra den danske stats side ved udmærkelse af ledende mænd i det færøske samfund kunne skabe en naturlig tilknytning til Danmark fra disse mænds side.

Det er jo kendt, at der findes enkelte fremstående danskhadere på øerne, og det er ikke rimeligt at man fra dansk side skulle ønske at dekorere disse personer, ligesom det heller ikke er sandsynligt, at de skulle ønske at modtage nogen dansk dekoration. (Her man verða sipað til tey, ið seinri gjørdust tjóðveldisfólk ? tj.) På den anden side har jeg det indtryk, at man måske hidtil i lidt for høj grad har foretaget dokorering af personer, der foruden at være værdige til en sådan udmærkelse dog også i særlig grad havde vist sig som tilhængere af anskuelser af den dansk-færøske samhørighed, som netop sambandspartiet er forkæmper for. (.........)

Det er måske ikke nødvendigt at fremhæve, hvorledes England altid i de andre dele af det Britiske Imperium netop har forstået på denne måde at knytte den lokale befolknings ledende mænd til sig, men det turde være indlysende, at hvis personer af denne art modtager en dansk udmærkelse, så skaber det ikke alene respekt for Danmark i langt videre kredse på øerne, men også et ønske om i deres fremtidige gerning uden tilsidesættelse af deres færøske nationalitet dog at bevare en loyalitet overfor den stat, som har hædret dem. (.........)

Jeg ville mene, at det var et alvorligt fejlgreb, om man nu fortrinsvis dekorerede sambandsfolk, idet man derved blot ville opnå, at den danske stats dekorationer betragtes som et slags partimærke. (..........)

Det er mig bekendt at man fra den norske stats side har dekoreret en lang række fremstående folk på Færøerne, fortrinsvis folkefloksmænd (hvorved man efter sigende er lykkedes at træffe fortrinsvis dem, der var tyskorienterede under krigen.) Og også dette kunne måske give anledning til at man fra dansk side var lidt mere large i sine uddelinger af dekorationer til Færøerne.?

Hesin sami Arup staðfestir eisini:

?Den færøske befolkning er jo stort set temmelig naiv, når det gælder politisk agitation.?

Niels Arup fer ógvuliga bókstaviliga til verka í sínum tilmælum og vísir til navngivnar persónar, ið hann heldur eiga at fáa ein riddarakross. Sum vanligt vórðu ráðini fylgd og táið kongshjúnini komu til Føroyar á vitjan, vórðu riddarakrossar lætnir fólki, sum høvdu verið roknað fyri at vera sjálvstýrisfólk. Tilmælini komu úr forsætismálaráðnum. ?Nyordningen? varð framdur í verki - í politisku viðurskiftunum Danmarkar og Føroya ímillum. Peningafloymurin úr ríkiskassanum tók dik á seg. Og haðani frá kenna øll harmasøguna um hjálandið Føroyar.

Og nú sita vit eftir við tí stóra spurninginum: Er nakað broytt? Líkist hetta ikki støðuni í dag? ?Nyordning?? Riddarakrossar til fólkafloksmenn, fyri at tryggja sær loyalitet mótvegis donsku statsmaktini?

Ella er hetta bara tjóðveldisgabb? Tjóðveldisparanoia?

Kanska skuldi Høgni Hoydal havt mynstrað umborð í ?Dannebrog? hatta kvøldið og etið burturav náðimolunum, ið bóltaðu oman av royala herskapsborðinum, saman við nýslignu donsku riddarunum Anfinni og Bjarne, men hví í Guðs garði formaður Tjóðveldisfloksins, í fjølmiðlaturbolensinum, gjørdist einasti riddarin, táið til stykkis kom, riddarin av tí leivdu breyðflísini, tað er mær hin stórsta gátan.

Meira áhugavert hevði tað nú verið, um onkur alment løntur journalistur hevði tíma at ómakað sær og søkt um innlit í tey skjøl og tey tilmæli, ið eru skrivað í sambandi við rekonfirmatiónina av heimastýrislógini, sum nú er staðfest í tveimum nationalum parlamentum og um innlit í tey skjøl og tilmæli, ið fyriliggja um drotningavitjanina og um býtið av riddarakrossum í 2005.

Soleingi hesar váttanir ikki eru til skjals, mega vit bara staðfesta, at Fólkaflokkurin er fokin í øllum, sum hevur við føroyskt sjálvstýrisstríð at gera. Danir hava saman við Javnaðar- og Sambandsflokkinum toygt hann í hvørjari lykkju og kongsins teknar, Anfinn Kallsberg og Bjarne Djurholm, skula nú vera trygdin fyri, at hóttafall ikki kemur á ríkiseindina aftur í bræði. Somikið meira álvarsligur og strævin verður leikluturin hjá Tjóðveldisflokkinum í føroyskum politikki. Men vissuliga skula tað meira enn tveir danskir riddarar til, at forða okkum á leiðini fram í republikkina.